Les bíbliuna

Fyrsta Mósebók

  • 1Nú sendi Jákup boð eftir sonum sínum og segði: „Komið saman, so skal eg kunngera tykkum tað, ið tykkum skal henda á síðstu døgum!
  • 2Komið higar og hoyrið, tit synir Jákup, lurtið eftir Ísrael, faðir tykkara!
  • 3Ruben, hin frumborni mín ert tú, máttur mín og fyrsta fruktin av styrki míni, hægstur í heiðuri og størstur í veldi!
  • 4Tú skúmar útav, sum vatnið – tú skalt ikki vera fremstur! Tí tú fórst upp í song faðirs tíns – tað var skammiligt, sum tú barst teg at – upp í song mína fór hann!
  • 5Símeon og Levi, hetta bróðurparið – vápn teirra eru yvirgangsamboð!
  • 6Sál mín vil einki hava við ráð teirra at gera, æra* mín hevur ongan felagsskap við samkomu teirra! Tí í vreiði síni drópu teir menn, og í sjálvræði sínum lamdu teir neyt!
  • 7Bannað veri vreiði teirra, sum so ógvislig er, og illsinni teirra, sum so hart er! – Eg býti teir sundur í Jákupi, spjaði teir um í Ísrael!
  • 8Juda – tær skulu brøður tínir prísa, hond tín skal vera á hálsi fígginda tína; synir faðirs tíns skulu boyggja seg fyri tær!
  • 9Ung leyva er Juda – frá ráni ert tú komin upp hagar, sonur mín! Hann leggur seg, hann hvílir seg sum leyva, sum honleyva – hvør vágar sær at órógva hann!
  • 10Ikki skal kongastavurin víkja frá Juda, ei høvdingastavur frá fótum hansara, inntil Hann kemur, sum stavin eigur – Honum skulu fólkini vera lýðin.
  • 11Hann bindur esil sítt við víntræið, við greinina á víntrænum fylið hjá esilsryssu síni; hann vaskar klæði síni í víni, kappa sín í vínberjablóði.
  • 12Døkk eru eygu hansara av víni, hvítar tenn hansara av mjólk.
  • 13Zebulon – á strondini við havið skal hann búgva, við strondina, har sum skipini liggja; síða hansara vendir móti Zidon.
  • 14Issakar er eitt beinsterkt esil, sum liggur í friði í byrgi sínum.
  • 15Honum tykti hvíluna góða og landið hugnaligt; so boygdi hann ryggin undir byrðina og varð ófríur – ein trælur!
  • 16Dan dømir fólk sítt, líka væl sum nøkur av ættum Ísraels.
  • 17Dan skal verða ormur á vegnum, høggormur á gøtuni, sum bítur hestin í fótin, so hann, ið á honum situr, dettur aftur av.
  • 18– Eftir frelsu Tíni bíði eg, HARRI!
  • 19Gad – ein fíggindaflokkur ger álop á hann, men til endan er tað hann, ið ger álop.
  • 20Frá Aser kemur fitin – føði hansara; góðgæti sum til kongar hevur hann at geva.
  • 21Naftali er kvik hind; yndisliga talu ber hann fram.
  • 22Eitt ungt frukttræ er Jósef, ungt frukttræ við kelduna – greinarnar á tí náa upp um múrin.
  • 23Bogamenn gera seg inn á hann, teir skjóta eftir honum og gera álop á hann.
  • 24Men stinnur stendur hann har við boga sínum, og hendur og armar hansara eru styrkt av hondum hins veldiga í Jákupi, av Honum, sum er hirðin, kletti Ísraels,
  • 25av Gudi faðirs tíns – Hann skal hjálpa tær! – av hinum Alvalda – Hann skal signa teg, við signingum av himli haruppi, við signingum úr dýpinum harniðri, við signingum úr bróstum og móðurlívum!
  • 26Signingar faðirs tíns náa høgt, hægri enn signingar forfedra mína; tær náa upp til dýrd hinna ævigu heyggja – tær skulu koma á høvur Jósefs, ja, á høvd hansara, ið er høvdingi millum brøður sínar!
  • 27Benjamin er úlvur, ið skræðir sundur; um morgunin etur hann tað, ið hann hevur tikið, um kvøldið skiftir hann út fong.“
  • 28Hetta eru allar ættir Ísraels, tólv í tali, og hetta er tað, ið faðir teirra talaði til teirra, táið hann signaði teir; hvønn teirra signaði hann við serligu signing hansara.
  • 29Hann álegði teimum og segði við teir: „Eg verði nú savnaður til fólk mítt; jarðið meg hjá fedrum mínum í hellinum á markini hjá Hetitinum Efron,
  • 30í hellinum á Makpelamark, beint yvir av Mamre, í Kána’anslandi, markini, ið Ábraham keypti frá Hetitinum Efron til gravstað at eiga.
  • 31Har jarðaðu teir Ábraham og konu hansara, Sáru, har jarðaðu teir Ísak og konu hansara, Rebekku, og har jarðaði eg Leu –
  • 32á markini og í hellinum, sum keypt varð frá Hetitum.“
  • 33Nú var Jákup liðugur við tað, ið hann hevði at áleggja sonum sínum; hann tók tá føturnar upp aftur í songina, gav upp andan og varð savnaður til fedrar sínar.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guds orði, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian