Les bíbliuna
Fyrra Sámuelsbók
- 1Táið Dávid og menn hansara triðja dagin komu til Ziklag, høvdu Amalekitar herjað á Suðurlandið og Ziklag; teir høvdu tikið Ziklag og brent tað av.
- 2Kvinnurnar og øll, ið har vóru, bæði smá og stór, høvdu teir hertikið; teir høvdu ongan dripið, men høvdu havt tey við sær, táið teir fóru avstað aftur.
- 3Táið nú Dávid og menn hansara komu til býin, fingu teir at síggja, at hann var avbrendur, og at konur teirra og synir og døtur teirra vóru hertikin.
- 4Tá skóru teir í at gráta, bæði Dávid og menninir, ið við honum vóru, og teir grótu, inntil teir vóru ikki mentir at gráta longur.
- 5Eisini báðar konur Dávid, Ahinoam úr Jizre’el og Abigajil, kona Nabal Karmelit, vóru hertiknar.
- 6Sjálvur kom Dávid í stóra neyð; tí menninir ætlaðu at steina hann, so harmir og sorgarfullir vóru teir allir um synir og døtur sínar. Men Dávid leitaði sær styrki hjá HARRANUM Gudi sínum.
- 7Dávid segði so við Abjatar prest, son Ahimelek: „Kom higar til mín við lívkyrtlinum!“ Abjatar kom tá til Dávid við lívkyrtlinum.
- 8Dávid spurdi HARRAN: „Skal eg halda eftir hesum ránsmannaflokki? Fái eg teir aftur?“ HARRIN svaraði: „Halt eftir teimum! Tú fært teir aftur, og tú skalt frelsa fangarnar!“
- 9So helt Dávid avstað við teimum 600 monnunum, ið hjá honum vóru, og teir komu til Besorsløk. Har steðgaðu teir, sum eftir skuldu vera.
- 10Men Dávid við 400 monnum helt eftir fíggindanum, og 200 mans vórðu eftir – teir vóru ov lúgvaðir til at fara um Besorsløk.
- 11Teir funnu nú ein Egypta liggjandi á markini; hann høvdu teir við sær til Dávid, og teir góvu honum breyð at eta og vatn at drekka.
- 12Harumframt góvu teir honum eina fikukøku og tvær rosinukøkur. Táið hann hevði etið, fekk hann lívsmegi sína aftur – hann hevði ikki leskað mat og ikki drukkið vatn í trý samdøgur.
- 13Dávid spurdi hann tá: „Hvørjum hoyrir tú til, og hvaðani ert tú?“ Hann svaraði: „Eg eri egyptiskur drongur, tænari hjá einum Amalekiti; harri mín rýmdi frá mær, táið eg varð sjúkur fyri trimum døgum síðani.
- 14Vit høvdu herjað í tí partinum av Suðurlandinum, har Kretar búgva, í tí landinum, sum hoyrir til Juda, og í tí partinum av Suðurlandinum, sum tilhoyrir ætt Kalebs; Ziklag brendu vit av.“
- 15Tá segði Dávid við hann: „Vilt tú vísa mær veg til henda ránsmannaflokk?“ Hann svaraði: „Ger mær eið um Gud, at tú hvørki skalt drepa meg ella geva meg í hendur harra míns – so skal eg vísa tær veg til ránsmannaflokkin, ið tú tosar um!“
- 16Hann vísti teimum so veg, og teir lógu tá spjaddir um allastaðni á markini og ótu og drukku og hildu gildi av øllum tí nógva fongi, ið teir høvdu tikið úr Filistaralandi og Judalandi.
- 17Dávid høgdi teir nú niður líka frá skýming til kvøldið eftir; eingin av teimum slapp uttan 400 ungir menn, sum lupu upp á kamelarnar og flýddu.
- 18Dávid bjargaði øllum, ið Amalekitar høvdu rænt; eisini báðum konum sínum bjargaði Dávid.
- 19Eingin saknaðist, hvørki lítil ella stórur, hvørki synir ella døtur, heldur einki av fonginum ella av tí, sum teir høvdu tikið við sær; alt samalt hevði Dávid aftur við sær.
- 20Eisini alt fæið tók Dávid, bæði smáfæ og neyt; og teir róku tað fram fyri Dávid og róptu: „Hetta er fongur Dávids!“
- 21Táið Dávid kom til hinar 200 menninar, ið høvdu verið ov lúgvaðir til at fara við honum, og sum hann hevði latið verða eftir við Besorsløk, komu teir ímóti Dávidi og monnunum, ið við honum vóru; og Dávid gekk fram til menninar og heilsaði teimum.
- 22Tá tóku teir til orða, allir hinir óndu og grundarringu menn millum teir, ið við Dávidi høvdu verið; teir søgdu: „Aftur fyri at teir komu ikki við okkum, geva vit teimum einki burtur av fonginum, ið vit hava bjargað; bert konu sína og børn síni kann hvør teirra taka við sær heim!“
- 23Men Dávid segði: „Soleiðis mugu tit ikki gera, brøður mínir, við tað, ið HARRIN hevur givið okkum! Hann hevur varðveitt okkum og givið teir í hendur okkara, henda ránsmannaflokk, ið á okkum hevði herjað.
- 24Hvør skuldi farið og hildið við tykkum í hesum! Nei, tann, sum fór við í bardagan, skal ikki hava størri part av fonginum enn tann, ið eftir varð hjá viðførinum; teir skulu hava líka part!“
- 25Soleiðis varð, bæði tann dagin og eftirsíðani; hann gjørdi hetta til lóg og rætt í Ísrael – sum tað er enn í dag.
- 26Táið Dávid kom til Ziklag, sendi hann nakað av fonginum til hinar elstu í Juda, sum vóru vinmenn hansara, og læt siga: „Hyggið, her er ein gáva til tykkara av fonginum, ið tikin er frá fíggindum HARRANS!“
- 27Hann sendi til hinar elstu í Betel, í Ramot í Suðurlandinum, í Jattir,
- 28í Aroer, í Sifmot, í Estemoa,
- 29í Rakal, í býum Jerame’elita, í býum Kenita,
- 30í Horma, í Bor-Asan, í Atak,
- 31í Hebron – og til øll støðini, har sum Dávid hevði flakkað um við monnum sínum.