Les bíbliuna
Fyrra Sámuelsbók
- 1Í Ramatajim-Zofim á Efra’imsfjøllum búði maður, ið æt Elkana; hann var sonur Jeroham, son Elihu, son Tohu, son Zuf, ein Efra’imit.
- 2Hann hevði tvær konur; onnur æt Hanna, og onnur Peninna; Peninna átti børn, men Hanna ikki.
- 3Hesin maður fór á hvørjum ári úr býi sínum at tilbiðja HARRAN Gud herskaranna og ofra til Hansara í Silo; har vóru báðir synir Eli, Hofni og Pinehas, prestar fyri HARRANUM.
- 4Og táið dagurin kom, at Elkana bar fram offur sítt, gav hann konu síni Peninnu og øllum sonum og døtrum hennara hvørjum sítt stykki av ofrinum;
- 5men Hannu gav hann dupult so stórt stykki; tí hann elskaði Hannu, tóat HARRIN hevði stongt móðurlív hennara.
- 6Hin kona hansara plagdi eisini – fyri at loypa ilt í hana – at arga hana nógv við tí, at HARRIN hevði stongt móðurlív hennara.
- 7Soleiðis gekk ár eftir ár: Hvørja ferð tey fóru til hús HARRANS, argaði hon hana á henda hátt – og so græt hon og vildi einki eta.
- 8Tá segði Elkana, maður hennara, við hana: „Hanna, hví grætur tú, og hví etur tú ikki? Hví ert tú so sorgarbundin? Eri eg tær ikki betri enn tíggju synir?“
- 9So var tað, einaferð tey høvdu etið og drukkið í Silo, tá reistist Hanna – Eli, presturin, sat á stóli sínum við durastavin í halgidómi HARRANS –
- 10og í hjartasorg síni bað hon til HARRAN og græt sárliga.
- 11Og hon gjørdi lyfti og segði: „HARRI Gud herskaranna! Vendir Tú eygum Tínum á tænastukvinnu Tína í neyð hennara og minnist meg og gloymir ikki tænastukvinnu Tína, men gevur tænastukvinnu Tíni son, so skal eg geva HARRANUM hann alla lívstíð hansara, og rakiknívur skal ikki koma á høvd hansara!“
- 12Soleiðis bað hon leingi fyri ásjón HARRANS, og Eli fylgdi við eygunum munni hennara;
- 13men við tað at Hanna bað innantanna, og bert varrar hennara rørdust, men rødd hennara hoyrdist ikki, so helt Eli hana vera drukna
- 14og segði við hana: „Hvussu leingi fert tú at ganga og vera drukkin? Síggj til, at tú letur renna av tær!“
- 15Men Hanna svaraði: „Nei, harri! Eg eri kvinna, ið ber tunga sorg í hjartanum; vín og sterkan drykk havi eg ikki drukkið; eg úthelti bert hjarta mítt fyri ásjón HARRANS.
- 16Halt ikki tænastukvinnu tína vera vánakonufólk! Nei, alla tíðina havi eg talað út av stóru sorg og gremju míni!“
- 17Eli svaraði: „Far í friði! Gud Ísraels skal geva tær tað, ið tú hevur biðið Hann um!“
- 18Tá segði hon: „Lat tænastukvinnu tína finna náði fyri eygum tínum!“ – So fór kvinnan avstað, og nú át hon og sá ikki longur so sorgarbundin út.
- 19Morgunin eftir fóru tey tíðliga upp og tilbóðu fyri ásjón HARRANS; so fóru tey avstað og komu heimaftur til sín sjálvs í Rama. Og Elkana kom konu síni Hannu nær, og HARRIN mintist hana;
- 20hon varð við barn og átti son árið eftir og gav honum navnið Sámuel; „tí“ – segði hon – „eg havi biðið mær hann frá HARRANUM!“
- 21Táið nú Elkana við øllum húsi sínum fór hagar aftur at bera HARRANUM fram hitt árliga ofrið og lyftisoffur sítt,
- 22fór Hanna ikki við; tí hon segði við mann sín: „Eg skal bíða, inntil drongurin er vandur av brósti; tá skal eg fara hagar við honum, so hann kann verða leiddur fram fyri ásjón HARRANS og verða verandi har við alla.“
- 23Elkana, maður hennara, segði við hana: „Ger, sum tær tykir best, verð heima, inntil tú hevur vant hann av brósti! Hevði HARRIN bert uppfylt orð Sítt!“ So varð konan tá verandi heima og hevði son sín á brósti, inntil hon vandi hann av.
- 24Men táið hon hevði vant hann av, tók hon hann við sær hagar og hevði eisini við sær tríggjar tarvar, efu av mjøli og skinnsekk við víni; so fór hon við honum inn í hús HARRANS í Silo. Men drongurin var enn heilt lítil.
- 25So drópu tey ein tarv og fóru síðani inn til Eli við dronginum.
- 26Og hon segði: „Hoyr meg, harri! So satt sum tú livir, harri, eg eri kvinnan, ið stóð her hjá tær og bað til HARRAN.
- 27Henda drongin var tað, eg bað um, og HARRIN gav mær tað, ið eg bað Hann um.
- 28Tí gevi eg nú HARRANUM hann aftur; so leingi sum hann livir, skal hann vera HARRANUM givin!“ – Og tey tilbóðu HARRAN har.