Les bíbliuna
Rutt
- 1Men Boaz var farin niðan í býportrið og hevði sett seg har. Tá kom hann júst gangandi, loysarin, ið Boaz hevði tosað um; og Boaz segði: „Kom og set teg her!“ Hann kom tá og setti seg.
- 2So rópti Boaz til sín tíggju av hinum elstu í býnum og segði: „Setið tykkum her!“ Teir settust.
- 3Síðani segði hann við loysaran: „Jørðina, ið bróðir okkara Elimelek átti, hana hevur No’omi selt, hon, sum er komin aftur úr Móabslandi.
- 4Tí hugsaði eg, at eg skuldi lata teg vita tað og siga: Keyp hana, meðan teir, ið her sita, og hinir elstu í fólki mínum eru hjástaddir! Vilt tú loysa hana, so ger tað, og vilt tú ikki, sig so til, fyri at eg kann vita tað! Tí eingin annar er at loysa hana enn tú, og eftir teg eg sjálvur!“ Hann svaraði: „Eg skal loysa hana!“
- 5Tá segði Boaz: „Men samstundis sum tú keypir jørðina frá No’omi, keypir tú hana eisini frá Móabitkvinnuni Rutt, konu hansara, sum deyður er, til á arvaluti hansara at reisa navn hansara, sum deyður er!“
- 6Nú svaraði loysarin: „So kann eg ikki verða loysari, tí eg komi tá at spilla mín egna arvalut. – Loys tú tað, ið eg skuldi loyst, tí eg kann ikki gera tað!“
- 7– Nú var tað í gomlum døgum siður í Ísrael, táið maður skuldi staðfesta loysing ella avtala býti, at tá læt hann seg úr skógvinum og fekk hinum partinum hann, og hetta galt sum vitnisburður í Ísrael.
- 8Tí segði loysarin við Boaz: „Keyp tú tað!“ – Og í tí sama læt hann seg úr skógvinum.
- 9Tá segði Boaz við teir elstu og alt fólkið: „Tit eru í dag vitni um, at eg havi keypt frá No’omi alt tað, ið Elimelek átti, og alt tað, ið Kiljon og Malon áttu.
- 10Eisini Móabitkvinnuna Rutt, einkju Malons, havi eg vunnið mær til konu, til á arvaluti hansara at reisa navn hansara, sum deyður er, so navn hansara, sum deyður er, ikki skal doyggja út millum brøður hansara og úr portri heimstaðar hansara – tað eru tit í dag vitni um!“
- 11Tá segði alt fólkið, sum í býportrinum var, og hinir elstu: „Ja, tað eru vit vitni um! HARRIN lati kvinnuna, ið nú kemur í hús títt, verða sum Rakul og Leu, tær báðar, sum bygdu hús Ísraels! Tær veitist vald í Efrata, og navn títt verði prísað í Betlehem!
- 12Hús títt verði sum hús Perez, hann, ið Tamar átti Juda, við eftirkomarunum, ið HARRIN fer at geva tær við hesi ungu kvinnu!“
- 13So tók Boaz Rutt til sín, og hon varð kona hansara; og táið hann fór inn til hennara, læt HARRIN hana verða við barn, og hon átti son.
- 14Tá søgdu kvinnurnar við No’omi: „Lovaður veri HARRIN, sum ikki læt tær fattast loysara í dag! Og navn hansara veri prísað í Ísrael!
- 15Hann skal vera tær troystari og hjálp tín á elliárum; tí sonarkona tín, sum vísti tær kærleika, hevur átt hann, hon, ið er tær betri enn sjey synir!“
- 16No’omi tók barnið og legði tað í fangið og varð fosturmóðir tess.
- 17Og grannkonurnar søgdu: „No’omi hevur fingið son!“ – Og tær góvu honum navn og kallaðu hann Obed. Hann varð faðir Ísai, faðir Dávid.
- 18Hetta er ættarbók Perez: Perez fekk sonin Hezron;
- 19Hezron fekk sonin Ram; Ram fekk sonin Amminadab;
- 20Amminadab fekk sonin Nason; Nason fekk sonin Salmon;
- 21Salmon fekk sonin Boaz; Boaz fekk sonin Obed;
- 22Obed fekk sonin Ísai; Ísai fekk sonin Dávid.