Les bíbliuna

Rutt

  • 1Nú var ein skyldmaður mann No’omi, ríkur maður av ætt Elimeleks; hann æt Boaz.
  • 2Móabitkvinnan Rutt segði við No’omi: „Lat meg fara út á akurin og sanka øks eftir onkrum, fyri hvørs eygum eg finni náði!“ Hon svaraði henni: „Ja, ger so, dóttir mín!“
  • 3So fór hon; hon kom og sankaði øks á akrinum eftir teimum, ið skóru akur; og tað vildi so til, at akurin, ið hon sankaði á, átti Boaz, sum var skyldur við Elimelek.
  • 4Boaz kom júst tá hagar úr Betlehem, og hann segði við tey, sum heystaðu inn: „HARRIN veri við tykkum!“ Tey svaraðu: „HARRIN signi teg!“
  • 5So segði Boaz við tann tænara sín, sum var settur yvir tey, ið heystaðu: „Hvørjum hoyrir henda unga kvinnan til?“
  • 6Tænarin, ið var settur yvir tey, ið heystaðu, svaraði: „Hatta er Móabitkvinnan, ið kom higar við No’omi úr Móabslandi;
  • 7hon segði: „Loyv mær at sanka upp og savna øks millum bundini eftir teimum, ið heysta!“ So kom hon, og hon hevur hildið á líka síðani tíðliga í morgun inntil nú og hevur ikki hvílt so mikið sum eina løtu.“
  • 8Tá segði Boaz við Rutt: „Hoyr, dóttir mín! Tú skalt ikki fara og sanka øks á nøkrum øðrum akri; nei, far ikki hiðani, men halt teg hjá gentum mínum her!
  • 9Hygg eftir, hvar á akrinum tey arbeiða, tey, sum heysta, og far aftan á teimum! Eg havi sagt við dreingirnar, at teir mugu einki gera tær. Og verður tú tyst, so far til íløtini og fá tær at drekka av tí, sum dreingirnir oysa!“
  • 10Tá fall hon á andlit sítt, boygdi seg til jarðar og segði við hann: „Hvussu ber tað til, at eg havi funnið náði fyri eygum tínum, so tú vísir mær vælvild, tóat eg eri fremmand?“
  • 11Boaz svaraði henni: „Mær er sagt frá øllum tí, sum tú hevur verið fyri vermóður tína, eftir at maður tín doyði, hvussu tú fórt frá faðir, móður og føðilandi og fórt til eitt fólk, sum tú kendi ikki frammanundan.
  • 12HARRIN løni tær tað, ið tú hevur gjørt, og løn tín verði ríklig frá HARRANUM Gudi Ísraels, undir hvørs veingjum tú komst og leitaði tær lívd!“
  • 13Hon segði: „So havi eg tá funnið náði fyri eygum tínum, harri, síðani tú hevur troystað meg og tosað blídliga við tænastukvinnu tína – men tað er aldri so frægt, at eg eri sum ein av kvinnunum, ið eru í tænastu hjá tær!“
  • 14Táið tíðin kom, at tey fóru at eta, segði Boaz við hana: „Kom higar og fá tær av breyðinum og dyppa bitan í vínið!“ So setti hon seg hjá teimum, ið heystaðu inn, og hann rætti henni bakað korn, so at hon át seg metta, og av leyp hjá henni aftrat.
  • 15Síðani reistist hon aftur og fór at sanka. Og Boaz segði við tænarar sínar: „Loyvið henni eisini at sanka millum bundini, og gerið henni einki,
  • 16ja, tit skulu eisini toga øks út úr bundunum til hennara og lata tey liggja, so hon fær tey at sanka upp – og tit mugu ikki deila hana!“
  • 17Hon sankaði nú øks á akrinum líka til kvølds; og táið hon treskti tað, ið hon hevði sankað, var tað okkurt um efa av byggi.
  • 18Hon tók tað og fór inn í býin, og vermóðir hennara sá tað, ið hon hevði sankað. Og Rutt tók og gav henni tað, ið hon hevði leivt, eftir at hon hevði etið seg metta.
  • 19Tá segði vermóðir hennara við hana: „Hvar hevur tú sankað øks í dag – hvar hevur tú verið? Signaður veri hann, ið vísti tær vælvild!“ So segði hon vermóður síni, hjá hvørjum hon hevði verið, og segði: „Maðurin, ið eg havi verið hjá í dag, eitur Boaz.“
  • 20Tá segði No’omi við sonarkonu sína: „HARRIN, sum ikki hevur tikið miskunn Sína, hvørki frá teimum, ið liva, ella frá teimum, ið farnir eru, Hann signi hann!“ Og No’omi segði framvegis við hana: „Hesin maður er nær skyldur við okkum, hann er ein loysari* okkara.“
  • 21Móabitkvinnan Rutt segði: „Hann segði eisini við meg: „Halt teg bert hjá fólki mínum, inntil tey eru heilt liðug at heysta hjá mær!““
  • 22Tá segði No’omi við sonarkonu sína: „Tað er gott, dóttir mín, at tú fylgist við gentum hansara, so tú verður ikki illa viðfarin á øðrum akri!“
  • 23Hon helt seg tá hjá gentum Boazar og sankaði øks har, inntil bæði byggheystið og hveitiheystið vóru at enda. Men hon var til hús hjá vermóður síni.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian