Les bíbliuna
Fimta Mósebók
- 1„Síðani vendu vit við og fóru inn í oyðimørkina, leiðina til Reyðahavs – so sum HARRIN hevði sagt við meg; og í langa tíð ferðaðust vit rundan um Se’irsfjøll.
- 2Tá segði HARRIN við meg:
- 3„Nóg leingi hava tit nú ferðast rundan um fjøllini her; haldið nú norðureftir!
- 4Men gev fólkinum hetta boð: „Táið tit nú fara gjøgnum landið, ið brøður tykkara, synir Esau, eiga, teir, sum búgva í Se’ir, og teir ræðast tykkum, skulu tit varða tykkum væl,
- 5so tit ongan ófrið gera teimum; Eg gevi tykkum ikki so mikið sum fótbreidd av landi teirra, tí Eg havi givið Esau Se’irsfjøll í ogn.
- 6Matin, ið tykkum tørvar, skulu tit keypa frá teimum fyri pening, og vatnið, ið tit drekka, skulu tit eisini keypa frá teimum fyri pening.
- 7HARRIN Gud tín hevur jú signað teg í øllum, sum tú hevur tikið tær fyri; Hann hevur havt umsorgan fyri tær á ferð tíni gjøgnum hesa stóru oyðimørk; í fjøruti ár hevur HARRIN Gud tín nú verið við tær, einki hevur fattast tær.““
- 8So fóru vit longur – burtur frá brøðrum okkara, sonum Esau, sum búgva í Se’ir; vit hildu av vegnum, ið gongur úr Elat og Ezjon-Geber gjøgnum oyðimørkina, vendu okkum aðra leið og hildu fram vegin at Móabsoyðimørk.
- 9Tá segði HARRIN við meg: „Tú mást ikki halda á Móabitar og ongan ófrið gera teimum; tí Eg gevi tær einki av landi teirra í ogn – sonum Lot havi Eg givið Ar at eiga.“
- 10– Fyrr í tíðini búðu Emitar har, mikil, fjølment tjóð, risavaksnir eins og Anakitar.
- 11Eisini teir verða roknaðir upp í risarnar, eins og Anakitar, og Móabitar kalla teir Emitar.
- 12Og í Se’ir búðu fyrr í tíðini Horitar; men synir Esau róku teir burtur, týndu teir og búsettust sjálvir í landi teirra – eins og Ísrael nú hevur gjørt við land sítt, tað, sum HARRIN hevur givið teimum í ogn.
- 13– „Gerið tykkum nú til reiðar og farið um Zeredá!“ Vit fóru so um Zeredá.
- 1438 ár vóru gingin, frá tí vit fóru úr Kades-Barnea, inntil vit gingu um Zeredá, og tá var alt hitt ættarliðið útdeytt úr tilhaldinum, allir vápnaførir menn – sum HARRIN hevði svorið, at teimum skuldi gangast.
- 15– Hond HARRANS var eisini ímóti teimum, so Hann rykti teir burtur úr tilhaldinum, til seinasta mann.
- 16Táið nú allir vápnaførir menn av fólkinum vóru deyðir og burtur,
- 17talaði HARRIN við meg og segði:
- 18„Táið tú nú fert um landamark Móabs, gjøgnum Ar,
- 19og soleiðis kemur at landi Ammonita, mást tú ikki halda á teir ella gera teimum nakran ófrið; tí Eg gevi tær einki av landi Ammonita í ogn – sonum Lot havi Eg givið tað at eiga.“
- 20– Eisini tað landið verður roknað fyri land við risum; fyrr í tíðini búðu risar har, og Ammonitar kalla teir Zamzummitar.
- 21Teir vóru mikil, fjølment tjóð, risavaksnir eins og Anakitar; men HARRIN oyddi teir fyri Ammonitum, so teir róku teir burt og búsettust í landi teirra.
- 22Sama gjørdi Hann fyri synir Esau, sum búgva í Se’ir; fyri teimum oyddi Hann Horitar, so teir róku teir burt og búsettust í landi teirra – og síðani hava teir búð har líka til henda dag.
- 23Á sama hátt gekst við Avitum, sum búðu í bygdunum líka til Gaza; teir róku Kaftorar burt, teir, sum komu úr Kaftor, og búsettust síðani í landi teirra.
- 24– „Gerið tykkum nú til reiðar, haldið avstað og farið um Arnoná! Eg havi givið Sihon Amorit, kongin í Hesbon, og land hansara í hendur tínar; far nú undir at taka tað, og byrja bardaga við hann!
- 25Frá hesum degi skal Eg lata ræðslu fyri tær og ótta fyri tær falla á øll fólkasløg undir himli; øll, ið fáa at hoyra um teg, skulu pipra og skelva fyri tær.“
- 26Eg sendi tá úr Kedemotsoyðimørk boð til Sihon, kongin í Hesbon, við friðarorðum og læt siga:
- 27„Loyv mær at ganga gjøgnum land títt! Eg skal halda meg á vegnum, eg skal ikki fara til viks, hvørki til høgru ella til vinstru.
- 28Tað, ið mær tørvar til føði, kanst tú selja mær fyri pening, og vatnið, ið eg drekki, kanst tú eisini lata meg fáa fyri pening; loyv mær bert at fara til gongu ígjøgnum –
- 29soleiðis sum synir Esau, sum búgva í Se’ir, og Móabitar, sum búgva í Ar, loyvdu mær – so eg fái farið um Jordan inn í landið, sum HARRIN Gud okkara fer at geva okkum!“
- 30Men Sihon, kongurin í Hesbon, vildi ikki loyva okkum at ganga gjøgnum land sítt; tí HARRIN Gud tín herdi sinni hansara og gjørdi hjarta hansara hart – fyri at geva hann í hendur tínar, sum í dag gongur sjón fyri søgn.
- 31Síðani segði HARRIN við meg: „Sært tú, nú havi Eg givið Sihon og land hansara í hendur tínar; far nú undir at taka tað, so tú fært land hansara í ogn!“
- 32So kom Sihon við øllum fólki sínum í bardaga við okkum, til Jahaz.
- 33Men HARRIN Gud okkara gav hann í hendur okkara, og vit høgdu niður bæði hann og synir hansara og alt fólk hansara.
- 34Vit tóku tá allar býir hansara og slógu hvønn bý við banni og drópu bæði menn, kvinnur og børn; ikki eitt lótu vit verða eftir ella sleppa.
- 35Bert fæið tóku vit sum herfong, somuleiðis tað, ið vit rændu í býunum, sum vit tóku.
- 36Frá Aroer, ið liggur við Arnoná – á áarbakkanum – og frá býnum, sum liggur í dalinum, og líka til Gilead var ikki ein býur, sum vit ikki vóru menn fyri at taka – HARRIN Gud okkara gav teir allar í hendur okkara.
- 37Men land Ammonita lætst tú vera í friði, bæði landið fram við Jabboká og býirnar í fjøllunum – og alt tað, ið HARRIN Gud okkara hevði boðið okkum ikki at taka.“