Les bíbliuna

Fimta Mósebók

  • 1„Táið profetur stígur fram ímillum tykkara, ella ein, ið hevur dreymar, og hann kunnger tær tekin ella undur
  • 2– og tekinið ella undrið, ið hann hevur tosað við teg um, hendir – og hann samstundis sigur: „Latið okkum halda okkum til aðrar gudar“ – slíkar, sum tú ikki kennir – „og latið okkum dýrka teir!“
  • 3tá mást tú ikki lurta eftir tí, ið hesin profetur sigur, ella eftir honum, ið dreymin hevði; tí HARRIN Gud tykkara roynir tykkum fyri at fáa at vita, um tit elska HARRAN Gud tykkara av øllum hjarta tykkara og allari sál tykkara.
  • 4– HARRAN Gud tykkara skulu tit halda tykkum til, og Hann skulu tit óttast; boðum Hansara skulu tit akta eftir, og eftir rødd Hansara skulu tit lurta; Honum skulu tit tæna, og Hann skulu tit halda fast við!
  • 5Men hin profeturin, ella hann, ið dreymin hevði, skal lata lív, aftur fyri at hann stuðlaði til fráfall frá HARRANUM Gudi tykkara, sum leiddi tykkum út av Egyptalandi og loysti teg úr trælahúsinum, og aftur fyri at hann ætlaði at lokka teg burt av leiðini, ið HARRIN Gud tín hevur givið tær boð um at ganga; soleiðis skalt tú beina fyri hinum illa millum tykkara.
  • 6Um bróðir tín – sonur móður tína – ella sonur ella dóttir tín, ella konan í favni tínum, ella vinur tín, ið tú elskar sum tína egnu sál – um onkur av teimum í loyndum lokkar teg og sigur: „Lat okkum fara og dýrka aðrar gudar!“ – slíkar, sum tú og fedrar tínir ikki hava kent,
  • 7gudar fólkanna, ið rundan um tykkum búgva, nær hjá tær ella langt frá tær, frá øðrum enda jarðarinnar at øðrum –
  • 8tá mást tú ikki eftirlíka tær og ikki lurta eftir honum; tú mást ikki spara, tær má ikki tykjast synd í honum, og tú mást ikki bera í bøtuflaka fyri hann
  • 9– nei, tú skalt drepa hann, tú skalt sjálvur vera tann fyrsti, ið lyftir hondini móti honum at taka hann av døgum, og síðani skal alt fólkið gera tað sama!
  • 10Tú skalt steina hann til deyða, aftur fyri at hann royndi at lokka teg til fráfall frá HARRANUM Gudi tínum, sum leiddi teg út av Egyptalandi, úr trælahúsinum;
  • 11og tað skal spyrjast í øllum Ísrael, so at tey óttast, og slík illgerð verður ikki gjørd uppaftur millum tykkara!
  • 12Frættir tú um onkun av býunum, ið HARRIN Gud tín gevur tær at búgva í,
  • 13at gudleysir menn eru stignir fram millum tykkara og hava villleitt tey, sum teir búgva í býi saman við, og sagt: „Latið okkum fara og dýrka aðrar gudar!“ – slíkar, sum tit ikki kenna –
  • 14tá skalt tú granska og rannsaka og kanna gjølla eftir; og er tað tá satt, er tað vist og vitnisfast, at nakað so viðurstyggiligt er gjørt hjá tykkum,
  • 15so skalt tú høgga tey, sum í hesum býi búgva, niður við svørði; tú skalt bannlýsa hann og alt tað, sum í honum er; eisini fæið har skalt tú høgga niður við svørði.
  • 16Allan fongin, ið tú tekur har, skalt tú savna saman mitt á torginum, og so skalt tú brenna bæði býin og allan fongin, ið tú hevur tikið, sum heiloffur til HARRAN Gud tín; síðani skal hann til ævigar tíðir liggja í eyrdunga og aldri verða upp aftur bygdur.
  • 17Ikki eitt sindur av tí bannlýsta má verða hangandi uppi í hondum tínum – so HARRIN kann steðga brennandi vreiði Síni og vera tær náðigur, vísa tær miskunn og lata teg nørast – soleiðis sum Hann við eiði hevur lovað fedrum tínum at gera,
  • 18táið tú hoyrir rødd HARRANS Guds tíns, so tú aktar eftir øllum boðum Hansara, sum eg í dag gevi tykkum, og gert tað, ið beint er í eygum HARRANS Guds tíns.“
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian