Les bíbliuna

Fimta Mósebók

  • 1„Tú skalt tí nú elska HARRAN Gud tín og halda tað, ið Hann sigur við teg at halda – lógir, fyriskipanir og boð Hansara – allar dagar.
  • 2Og minnist í dag – nú er tað ikki børn tykkara, eg tosi við, tey, ið ikki kenna tað og ikki hava sæð tað – minnist, hvussu HARRIN Gud tykkara hevur uppfostrað tykkum, minnist stórleika Hansara, sterku hond Hansara og útrætta arm Hansara,
  • 3tekin og verk Hansara, sum Hann í Egyptalandi gjørdi við Farao, egyptakongin, og alt land hansara,
  • 4tað, ið Hann gjørdi við Egyptaherin, við hestar og vagnar teirra, táið teir eltu tykkum, hvussu Hann tá læt vøtn Reyðahavs leggja yvir teir og týndi teir við alla,
  • 5tað, ið Hann gjørdi við tykkum í oyðimørkini, líka inntil tit komu higar,
  • 6og tað, ið Hann gjørdi við Datan og Abiram, synir Eliab, son Ruben, táið jørðin læt upp gap sítt og mitt ímillum alt Ísrael gloypti teimum, húsum teirra, tjøldum teirra og hvørjari livandi sál, sum var í høslagi við teir!
  • 7Tit hava jú sjálv við egnum eygum sæð øll stórverkini, ið HARRIN hevur gjørt.
  • 8Haldið tí øll boðini, sum eg í dag áleggi tær, fyri at tit kunnu verða sterk og koma inn og eiga landið, ið tit nú fara yvir í og skulu taka í ogn,
  • 9og fyri at tit kunnu sleppa at liva leingi í landinum, sum HARRIN við eiði hevur lovað fedrum tykkara at geva teimum og eftirkomarum teirra – land, ið flýtur í mjólk og hunangi!
  • 10Tí landið, ið tú kemur inn í og skalt taka í ogn, er ikki sum Egyptaland, ið tit fóru út av, har sum tú sáaði sáð títt og síðani vatnaði landið við fóti tínum eins og kálhaga.
  • 11Nei, landið, ið tit fara yvir í og skulu taka í ogn, er land við fjøllum og dølum; tað drekkur vatn, táið regnið fellur av himli
  • 12– land, ið HARRIN Gud tín hevur umsorgan fyri; altíð hvíla eygu HARRANS Guds tíns á tí, frá tí árið byrjar, og inntil tað endar.
  • 13„Akta tit nú boð Míni, sum Eg í dag áleggi tykkum, so tit elska HARRAN Gud tykkara og tæna Honum av øllum hjarta tykkara og av allari sál tykkara,
  • 14so skal Eg geva landi tykkara regn í rættari tíð, heystregn og várregn, so tú fært heystað korn títt, vín títt og olju tína.
  • 15Eg skal geva gras á markum tínum til fæ títt, og tú skalt eta teg mettan.“
  • 16– Men varðið tykkum, at hjarta tykkara verður ikki dárað, so tit falla frá og dýrka aðrar gudar og tilbiðja teir!
  • 17Tí so skal vreiði HARRANS tendrast móti tykkum, og Hann skal lata himmalin aftur, so einki regn kemur, og jørðin ikki gevur grøði sína; og tit skulu verða oydd, og tað skjótt, úr hinum góða landi, ið HARRIN gevur tykkum.
  • 18Leggið tykkum tí hesi orð míni á hjarta og sinni, bindið tykkum tey sum tekin á hondina, og latið tey vera tykkum sum minnisseðil á pannuni!
  • 19Og lærið børn tykkara tey við at tosa um tey, bæði táið tú situr heima við hús, og táið tú gongur á vegnum, bæði táið tú legst, og táið tú fert upp!
  • 20Skriva tey á durastavirnar í húsi tínum og á portur tíni
  • 21– so tú og børn tíni kunnu liva leingi í landinum, sum HARRIN við eiði hevur lovað fedrum tykkara at geva teimum – so leingi sum himmalin er yvir jørðini!
  • 22Tí akta tit eftir øllum hesum boðum, sum eg í dag áleggi tykkum at halda, so tit elska HARRAN Gud tykkara, ganga allar leiðir Hansara og halda tykkum til Hansara,
  • 23so skal HARRIN reka út øll hesi fólk fyri tykkum, og tit skulu reka burtur fólk, ið eru størri og fjølmentari enn tit.
  • 24Hvørt stað, ið tit seta fótin á, skal vera ogn tykkara; frá oyðimørkini til Libanon, frá Stórá – ánni Eufrat – at havinum í vestri skal land tykkara náa.
  • 25Eingin skal kunna standa seg ímóti tykkum; ræðslu og ótta fyri tykkum skal HARRIN Gud tykkara lata koma á alt landið, ið tit stíga á – so sum Hann hevur lovað tykkum.
  • 26Tit síggja, eg leggi í dag fyri tykkum signing og bann
  • 27– signingina, so satt sum tit akta boð HARRANS Guds tykkara, sum eg í dag áleggi tykkum,
  • 28og bannið, um tit akta ikki boð HARRANS Guds tykkara, men víkja burtur av leiðini, ið eg í dag áleggi tykkum at ganga, og halda tykkum til aðrar gudar, sum tit ikki kenna.
  • 29Táið HARRIN Gud tín leiðir teg inn í landið, sum tú nú fert inn í og skalt taka í ogn, skalt tú lýsa signingina á Garizimsfjalli og bannið á Ebalsfjalli.
  • 30Hesi bæði fjøll standa, sum tit vita, hinumegin Jordan, handan fyri vesturvegin, í landi Kána’anita, teirra, sum búgva á slættlendinum beint yvir av Gilgal, við hina stóru eikina More.
  • 31Tit fara jú nú um Jordan til at koma inn í og taka í ogn landið, sum HARRIN Gud tykkara gevur tykkum. Táið tit tá hava tikið tað í ogn og búsett tykkum har,
  • 32síggið tá til, at tit halda øll boðini og allar lógirnar, ið eg í dag leggi fyri tykkum!“
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian