Les bíbliuna
Dániel
- 1Nebukadnezar kongur – til allar tjóðir og ættir og øll tungumál, sum á allari jørðini búgva. Friður veri við tykkum í ríkum máli!
- 2Tey tekin og undur, ið hin hægsti Gud hevur gjørt við meg, havi eg sett mær fyri at kunngera.
- 3– Hvør stór eru ikki tekin Hansara, hvør veldig eru ikki undur Hansara! Ríki Hansara er ævigt ríki, og harradømi Hansara varir mann eftir mann.
- 4Eg, Nebukadnezar, livdi tryggur í húsi mínum, lívsglaður í høll míni.
- 5Tá hevði eg dreym, ið loypti ræðslu á meg; hugsanirnar á legu míni og sjónirnar, ið fram fyri meg komu, ræddu meg.
- 6Tí gav eg tað boð, at allir vísmenn Bábels skuldu verða leiddir inn fyri meg, so teir kundu týða mær dreymin.
- 7Teir komu tá inn, spámenninir, andamanararnir, Kaldeararnir og stjørnutýðararnir, og eg segði teimum dreymin; men teir vóru ikki førir fyri at týða mær hann.
- 8Men at endanum kom eisini Dániel inn fyri meg, hann, ið kallaður er Beltsazar eftir navni guds míns, og sum Andi hinna heilagu Guda er í, og eg segði honum dreymin:
- 9„Beltsazar, tú spámannahøvdingi! Eg veit jú, at Andi hinna heilagu Guda er í tær, og at eingin loyndardómur er tær ov torførur; sig mær tí nú sjónirnar, ið eg sá í dreymi mínum – sig mær, hvussu tær skulu týðast!
- 10Hetta vóru sjónirnar, ið komu fram fyri meg á legu míni: Eg sá í sjón míni træ, ið stóð mitt á jørðini, og sum var ógvuliga høgt;
- 11tað var stórt og sterkt træ, og so høgt, at tað rakk upp til himmals og sást líka at enda jarðarinnar;
- 12leyv tess var fagurt, og tað bar ríkligan ávøkst, so tað gav øllum føði; dýrini á markini funnu skugga undir tí, fuglar himmalsins áttu í greinum tess, og alt, ið livdi, fekk føði av tí.
- 13Framvegis sá eg í sjónunum, sum fram fyri meg komu á legu míni, at heilagur vaktari kom niður av himli.
- 14Hann rópti hart og segði: „Fellið træið, høggið greinarnar av tí, slítið leyvið av tí, og spjaðið ávøkstin! Dýrini undir tí skulu rýma, og fuglarnir flúgva burt úr greinum tess.
- 15Men latið bulin við rótunum standa eftir í jørðini, men í leinkjum av jarni og kopari, mitt í grasinum á markini! Av døgg himmalsins skal hann verða vátur, og sum dýrini skal hann eta urtirnar á markini.
- 16Hjarta hansara skal umbroytast, so tað ikki er menniskjahjarta longur; dýrahjarta skal hann fáa. Og sjey tíðir* skulu ganga yvir hann.
- 17So er avgjørt – vaktararnir hava ráðlagt tað – og eftir boðum hinna heilagu er hetta mál avgjørt – fyri at øll, ið liva, skulu sanna, at hin Hægsti valdar yvir kongadøminum millum menniskjuni, letur, hvønn ið Hann vil, fáa tað – og setur tann, ið minst hevur at týða millum menniskjuni, at ráða yvir tí.“
- 18Hetta var dreymurin, ið eg, Nebukadnezar kongur, skoðaði. Og tú, Beltsazar, týð mær hann nú! Tí eingin av vísmonnunum í ríki mínum er førur fyri at týða mær hann; men tú ert førur fyri tí, við tað at Andi hinna heilagu Guda er í tær.“
- 19Tá stóð Dániel – hann, ið hevði fingið navnið Beltsazar – eina løtu ræðslusligin, og hugsanir hansara ræddu hann. Men kongurin tók til orða og segði: „Beltsazar! Lat ikki dreymin og týðingina loypa ræðslu á teg!“ Beltsazar svaraði: „Harri! Eg vildi, at hesin dreymur var um teir, ið hata teg, og týðingin um fíggindar tínar!
- 20– Træið, ið tú sást, sum var so stórt og sterkt, og so høgt, at tað rakk upp til himmals og sást um alla jørðina,
- 21tað, ið hevði so fagurt leyv og bar so ríkligan ávøkst, at tað gav øllum føði, tað, ið dýrini á markini høvdu tilhald undir, og sum fuglar himmalsins áttu í greinunum á,
- 22tað er tú sjálvur, kongurin, tú, ið ert so stórur og veldigur. Vald títt hevur vaksið so, at tað røkkur til himmals, og harradømi títt røkkur líka at enda jarðarinnar!
- 23Men at kongurin sá heilagan vaktara koma niður av himli og siga: „Fellið træið og forkomið tí, men latið bulin við rótunum standa eftir í jørðini, men í leinkjum av jarni og kopari, mitt í grasinum á markini! Av døgg himmalsins skal hann verða vátur, og hann skal hava sama lut sum dýrini á markini, inntil sjey tíðir eru gingnar yvir hann“
- 24– hetta, kongurin, talar um – og tað er tað, ið hin Hægsti hevur sett Sær fyri at lata koma yvir harra mín kongin:
- 25Tú verður rikin burtur frá menniskjunum, og bústaður tín skal vera hjá dýrunum á markini; urtir skalt tú eta sum neytini, av døgg himmalsins skalt tú verða vátur, og sjey tíðir skulu ganga yvir teg – inntil tú sannar, at hin Hægsti valdar yvir kongadøminum millum menniskjuni og letur, hvønn Hann vil, fáa tað.
- 26Men táið sagt varð, at bulurin við rótunum skuldi standa eftir, so talar hetta um, at tú skalt fáa ríki títt aftur, við tað sama sum tú sannar, at tað er Himmalin, ið hevur valdið.
- 27Kongurin! Tak tí væl við tí, sum eg ráði tær til: Gev uppat við syndum tínum og ger rætt í staðin fyri, gev uppat við misgerðum tínum og ger miskunn móti hinum ørmu! – Tað kundi borið á, at tær tá framvegis gekst væl!“
- 28– Alt hetta kom yvir Nebukadnezar kong.
- 29Tólv mánaðir eftir hetta gekk hann einaferð uppi á taki kongshallarinnar í Bábel.
- 30Tá tók kongurin til orða og segði: „Er hetta ikki hitt stóra Bábel, sum eg havi bygt til kongssæti við veldisstyrki míni og dýrd míni til heiður!“
- 31Kongurin hevði valla sagt hesi orð, tá kom rødd av himli: „Nebukadnezar kongur! Tær verður nú kunngjørt, at ríkið er av tær tikið!
- 32Frá menniskjum verður tú rikin burtur, og hjá dýrunum á markini skal bústaður tín vera; urtir skalt tú eta sum neytini, og sjey tíðir skulu ganga yvir teg – inntil tú sannar, at hin Hægsti valdar yvir kongadøminum millum menniskjuni og letur, hvønn ið Hann vil, fáa tað.“
- 33Í somu stund gekk hetta orðið út á Nebukadnezar: Hann varð rikin burtur frá menniskjunum og át urtir sum neytini; og av døgg himmalsins varð kroppur hansara vátur, inntil hár hansara vaks og varð sum arnarfjarðar, og neglir hansara vórðu sum fuglakløur.
- 34Men táið tíðin var gingin, lyfti eg, Nebukadnezar, eygunum móti Himli og fekk vit mítt aftur, og eg lovaði hinum Hægsta og prísaði Honum og ærdi Hann, sum livir í allar ævir; tí harradømi Hansara er ævigt harradømi, og ríki Hansara varir mann eftir mann.
- 35Øll tey, sum á jørðini búgva, eru fyri einki at rokna, og bæði við her himmalsins og við tey, sum á jørðini búgva, ger Hann, sum Hann vil; eingin er, sum er mentur at forða Honum og siga við Hann: „Hvat gert tú!“
- 36Samstundis fekk eg tá vit mítt aftur, og eg fekk eisini tign og dýrd mína aftur, ríki mínum til heiður; ráðharrar og stórmenn mínir leitaðu meg upp, og eg varð innaftur settur í kongadømi mítt og fekk enn størri vald enn áður.
- 37Nú prísi eg, Nebukadnezar, kongi Himmalsins, seti Hann høgt og æri Hann; tí øll verk Hansara eru sannleiki, og gøtur Hansara rættvísi; tann, sum livir í hugmóði, er Hann mentur at eyðmýkja.