Les bíbliuna
Dániel
- 1„Um ta tíðina skal Mikael stíga fram, hin stóri høvdingi, ið stendur sum vernd landsmanna tína; og trongdartíð skal koma, sum ikki hevur verið, frá tí degi menniskju vórðu til, og líka til tá. Men um ta tíðina skulu øll tey av fólki tínum verða frelst, sum skrivað standa í bókini.
- 2Og mong, sum í moldini sova, skulu vakna upp, summi til ævigt lív, og summi til skomm, til æviga andstygd.
- 3Men hini vitigu skulu skína, sum himmalhvølvið skínur, og tey, sum hava leitt mong til rættvísi, sum stjørnurnar, í aldur og allar ævir.
- 4Og tú Dániel! Goym hesi orð og innsigla bókina inntil tíð endans! Mong skulu granska í henni, og kunnskapurin skal verða stórur.“
- 5So fekk eg, Dániel, í sjón míni tveir aðrar at síggja, sum stóðu har, hvør á sínum áarbakkanum.
- 6Annar teirra segði við mannin í línklæðum, sum stóð uppi yvir vatninum í ánni: „Hvussu leingi verður tað, áðrenn hetta undurfulla er at enda?“
- 7Tá hoyrdi eg, hvat maðurin í línklæðum segði, hann, sum stóð uppi yvir vatninum í ánni; hann lyfti báðar hendur upp móti himli og svór um Hann, sum livir í allar ævir: „Tíð, tíðir og hálva tíð; og táið vald hins heilaga fólks er sorað í grund, skal alt hetta ganga út.“
- 8Eg hoyrdi tað, men skilti tað ikki. So spurdi eg: „Harri! Hvat er hitt síðsta av hesum?“
- 9Hann svaraði: „Far, Dániel! Tí hesi orð skulu vera goymd og innsiglað líka til tíð endans.
- 10Mong skulu verða reinsað, tváað og roynd; hini gudleysu skulu vera gudleys við sama lagi, og eingin av hinum gudleysu skal skilja hetta; men hini vitigu skulu skilja tað.
- 11Frá tí at hitt dagliga ofrið verður avtikið, og viðurstygd oyðingarinnar sett upp, skulu ganga 1290 dagar.
- 12Sælur er hann, ið bíðar og vinnur fram til 1335 dagar.
- 13Men gakk tú endanum ímóti! Tú skalt hvíla og standa upp og taka við luti tínum, táið dagarnir eru at enda.“