Les bíbliuna

Esaias

  • 1Hin rættvísi umkemst, og ikki ein er, sum leggur sær tað á hjarta; gudsóttandi menn verða ryktir burt, uttan at nakar hugsar um, at hin rættvísi verður ryktur burt, áðrenn vanlukkan kemur.
  • 2Hann fer inn til frið; teir hvíla á legum sínum, allir teir, sum gingu leið sína beint fram.
  • 3Men komið tit higar, tit børn gandakellingar, tú avkom horkals og horkvinnu!
  • 4Hvørjum er tað, tit halda frægd at! Hvørjum gálva tit eftir og rætta út tunguna! Eru tit ikki sjálv børn syndarinnar, avkom lyginnar
  • 5– tit, sum brenna av girnd undir eikitrøum, undir hvørjum grønum træi, tit, sum drepa børn í dølunum, niðri í klettagjáum!
  • 6Hinir hálu steinar dalanna eru lutur tín, teir hevur tú í part; ja, eisini teimum úthellir tú drykkjuoffur og bert fram matoffur – skal Eg lata slíkt um Meg ganga!
  • 7Á høgum, veldigum fjøllum reiddi tú legu tína; eisini niðan hagar fórt tú at ofra sláturoffur.
  • 8Og aftan fyri hurðina og durastavin setti tú minnismerki títt;* tú vendi tær frá Mær, klæddi teg nakna og fórt upp á leguna, gjørdi hana breiða og tingaði tær løn frá teimum;** tú elskaði at hava teir at liggja hjá tær, tú sást skomm teirra.
  • 9Tú fórt til kongin* við olju, og tú komst við mongum salvum, ið angaðu væl; tú sendi boð tíni langt burt, og tú fórt djúpt niður, líka í deyðaríkið.
  • 10Tú vart móð á longu ferð tíni; tó segði tú ikki: „Eg gevist!“ Nei, tú fanst nýggjan mátt í hond tíni; tí avmaktaðist tú ikki.
  • 11Hvønn ræddist og óttaðist tú, síðani tú gavst teg upp til lygnina og mintist ikki til Mín, legði tær tað ikki á hjarta? Er tað ikki so: Eg havi tagt, og tað líka frá fornum tíðum – og Meg óttaðist tú tí ikki!
  • 12Eg skal kunngera rættvísi tína og verk tíni – tey skulu einki bata tær!
  • 13Táið tú rópar – lat tá flokk tín* frelsa teg! Nei, vindur skal hava teir við sær allar samlar, vindblak skal sópa teir burt! Men tann, ið søkir sær skjól hjá Mær, skal arva landið og taka heilaga fjall Mítt í ogn.
  • 14Og sagt skal verða: „Gerið veg, gerið veg og slættið hann, takið hvørt ástoyt burtur av vegi fólks Míns!“
  • 15Tí so sigur hin høgi, Hann, sum situr so høgt, Hann, sum í allar ævir situr í hásæti, og hvørs navn er „Heilagur“: Á hæddini og á heilagum staði búgvi Eg – og hjá honum, sum er sundursoraður og niðurboygdur í andanum, til aftur at lívga anda teirra, ið niðurboygd eru, og gera livandi hjarta hinna sundursoraðu.
  • 16Ja, Eg skal ikki til ævigar tíðir stríðast og ikki allar dagar vera vreiður; tí tá hevði andin ørmaktast fyri ásjón Míni, sálirnar, ið Eg havi skapt.
  • 17Tað var fyri syndigu girnd hansara,* Eg varð vreiður og sló hann; Eg fjaldi ásjón Mína og var vreiður, og hann helt í fráfalli leið hjarta síns.
  • 18Vegir hansara havi Eg sæð, og Eg skal grøða hann; Eg skal leiða hann og troysta hann og tey hjá honum, sum syrgja.
  • 19Eg skal skapa ávøkst varra – frið, frið bæði langt burtur og nær – sigur HARRIN – og Eg grøði hann.
  • 20Men hini gudleysu eru sum havið í ódn; tað fær ikki verið stilt, og bylgjur tess skola upp móru og skarn.
  • 21– Hini gudleysu hava ongan frið! sigur Gud mín.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian