Les bíbliuna
Fyrra Krønikubók
- 1Synir Issakar vóru Tola, Pua, Jasib og Simron – fýra.
- 2Synir Tola vóru Uzzi, Refaja, Jeriel, Jamai, Jibsam og Sámuel, høvdingar í ættum sínum, sum vóru ættaðir frá Tola, veldigir kappar í ættum sínum; á døgum Dávids vóru teir 22600 í tali.
- 3Sonur Uzzi var Jizraja; synir Jizraja vóru Mikael, Obadja, Jóel og Jissia – fimm í alt, allir ættarhøvdingar.
- 4Til teirra hoyrdu, eftir ættum og fedrahúsum teirra, flokkar, vápnaðir til bardaga, 36000 mans – tí teir høvdu nógvar konur og nógv børn.
- 5Brøður teirra í øllum ættum Issakars vóru veldigir kappar; í alt vóru teir 87000 mans, sum vóru uppskrivaðir.
- 6Synir Benjamin vóru Bela, Beker og Jediael – tríggir.
- 7Synir Bela vóru Ezbon, Uzzi, Uzziel, Jerimot og Iri – fimm; teir vóru ættarhøvdingar og veldigir kappar; í ættarbók teirra stóðu 22034 mans.
- 8Synir Beker vóru Zemira, Jóas, Eliezer, Eljoenai, Omri, Jeremot, Abia, Anatot og Alemet; allir hesir vóru synir Beker;
- 9og eftir ættarbókum teirra, har sum slektir teirra vóru uppskrivaðar saman við ættarhøvdingum teirra – veldigum køppum – vóru teir 20200 mans.
- 10Synir Jediael vóru Bilhan; synir Bilhan vóru Je’is, Benjamin, Ehud, Kena’ana, Zetan, Tarsis og Ahisahar;
- 11allir hesir vóru synir Jediael, ættarhøvdingar, veldigir kappar, 17200 vandir hermenn.
- 12Suppim og Huppim vóru synir Ir; Husim var ættaður frá Aher.
- 13Synir Naftali vóru: Jaziel, Guni, Jezer og Sallum – synir Bilhu.
- 14Synir Manasse vóru: Asriel – sum kona hansara átti; hin árameiska hjákona hansara átti Makir, faðir Gilead.
- 15Makir tók til konu systur Huppim og Suppim; systirin æt Ma’aka. Hin sonurin æt Zelofhad; Zelofhad átti bert døtur.
- 16Ma’aka, kona Makir, átti son, sum hon kallaði Peres; bróðir hansara æt Seres, og synir hansara vóru Ulam og Rekem.
- 17Sonur Ulam var Bedan. Hesir vóru synir Gilead, son Makir, son Manasse.
- 18Systir hansara var Hammoleket; hon átti Ishod, Abiezer og Mala.
- 19Synir Semida vóru Ajan, Sekem, Likhi og Aniam.
- 20Synir Efra’im vóru: Sutela – sonur hansara var Bered, sonur hansara Tahat, sonur hansara Elada, sonur hansara Tahat,
- 21sonur hansara Zabad, og sonur hansara Sutela – og Ezer og Elad; teir vórðu dripnir av monnum úr Gat, sum vóru føddir har í landinum, aftur fyri at teir vóru komnir hagar at ræna fæ teirra.
- 22Efra’im, faðir teirra, syrgdi teir í langa tíð, og brøður hansara komu at troysta hann.
- 23So fór hann inn til konu sína, og hon varð við barn og átti son, sum hann kallaði Beria, av tí at hús hansara hevði verið fyri vanlukku.
- 24Dóttir hansara var Se’era; hon bygdi Niðara- og Ovara-Bet-Horon og Uzzen-Se’era.
- 25Sonur hansara var Refa, synir hansara Resef og Tela, sonur hansara Tahan,
- 26sonur hansara Ladan, sonur hansara Ammihud, sonur hansara Elisama,
- 27sonur hansara Non, sonur hansara Josva.
- 28Ogn teirra og bústaðir teirra vóru: Betel við bygdunum, ið til hoyrdu, fyri eystan Na’aran, fyri vestan Gezer við bygdunum, ið til hoyrdu, framvegis Sikem við bygdunum, ið til hoyrdu, líka til Gaza við bygdunum, ið til hoyrdu.
- 29Manassitar áttu Bet-Sean við bygdunum, ið til hoyrdu, Ta’anak við bygdunum, ið til hoyrdu, Megiddo við bygdunum, ið til hoyrdu, og Dor við bygdunum, ið til hoyrdu. Í hesum býum búðu synir Jósef, son Ísrael.
- 30Synir Aser vóru Jimna, Jisva, Jisvi og Beria; systir teirra var Sera.
- 31Synir Beria vóru Heber og Malkiel; hann var faðir Birzot.
- 32Heber var faðir Jaflet, Somer og Hotam og systur teirra, Suu.
- 33Synir Jaflet vóru Pasak, Bimhal og Asvat; hetta vóru synir Jaflet.
- 34Synir Semer vóru Ahi, Roga, Jehubba og Áram.
- 35Synir Helem, bróður hansara, vóru Zofa, Jimna, Seles og Amal.
- 36Synir Zofa vóru Sua, Harnefer, Sual, Beri, Jimra,
- 37Bezer, Hod, Samma, Silsa, Jitran og Be’era.
- 38Synir Jeter vóru Jefunne, Pispa og Ara.
- 39Synir Ulla vóru Ara, Hanniel og Rizja.
- 40Allir hesir vóru synir Aser, ættarhøvdingar, útvaldir, veldigir kappar, høvdingar millum høvdingarnar. Teir, ið stóðu í ættarbók teirra sum dugandi til hertænastu, vóru í tali 26 000.

