Les bíbliuna
Fyrra Krønikubók
- 1Synir Levi vóru Gerson, Kahat og Merari.
- 2Synir Kahat vóru Amram, Jizhar, Hebron og Uzziel.
- 3Børn Amram vóru Áron, Móses og Mirjam; synir Áron vóru Nadab, Abihu, Eleazar og Itamar.
- 4Eleazar fekk sonin Pinehas; Pinehas fekk sonin Abisua;
- 5Abisua fekk sonin Bukki; Bukki fekk sonin Uzzi;
- 6Uzzi fekk sonin Zeraja; Zeraja fekk sonin Merajot;
- 7Merajot fekk sonin Amarja; Amarja fekk sonin Ahitub;
- 8Ahitub fekk sonin Zadok; Zadok fekk sonin Ahima’az;
- 9Ahima’az fekk sonin Azarja; Azarja fekk sonin Jóhanan.
- 10Jóhanan fekk sonin Azarja – hann var prestur í templinum, sum Sálomo bygdi í Jerusalem;
- 11Azarja fekk sonin Amarja; Amarja fekk sonin Ahitub;
- 12Ahitub fekk sonin Zadok; Zadok fekk sonin Sallum;
- 13Sallum fekk sonin Hilkia; Hilkia fekk sonin Azarja;
- 14Azarja fekk sonin Seraja; Seraja fekk sonin Józadak.
- 15Józadak fór við, táið HARRIN læt Nebukadnezar flyta Juda og Jerusalem í útlegd.
- 16Synir Levi vóru Gersom, Kahat og Merari.
- 17Hetta eru nøvn sona Gersom: Libni og Sime’i.
- 18Synir Kahat vóru Amram, Jizhar, Hebron og Uzziel.
- 19Synir Merari vóru Mali og Musi. – Hetta vóru ættir Levita eftir fedrahúsum teirra.
- 20Frá Gersom vóru ættaðir: Sonur hansara Libni, sonur hansara Jahat, sonur hansara Zimma,
- 21sonur hansara Jóa, sonur hansara Iddo, sonur hansara Zera, sonur hansara Jeatrai.
- 22Synir Kahat vóru: Sonur hansara Amminadab, sonur hansara Kora, sonur hansara Assir,
- 23sonur hansara Elkana, sonur hansara Ebjasaf, sonur hansara Assir,
- 24sonur hansara Tahat, sonur hansara Uriel, sonur hansara Uzzia, sonur hansara Saul.
- 25Synir Elkana vóru Amasai og Ahimot;
- 26sonur hansara var Elkana; sonur hansara var Zofai, sonur hansara Nahat,
- 27sonur hansara Eliab, sonur hansara Jeroham, sonur hansara Elkana.*
- 28Synir Sámuel vóru Vasni – hin frumborni hansara – og Abia.
- 29Sonur Merari var Mali; sonur hansara var Libni, sonur hansara Sime’i, sonur hansara Uzza,
- 30sonur hansara Simea, sonur hansara Haggija, sonur hansara Asaja.
- 31Hesir vóru teir, ið Dávid setti til at hava við songin at gera í húsi HARRANS, eftir at ørkin hevði fingið hvíldarstað,
- 32og sum gjørdu tænastu sum sangarar framman fyri samkomutjaldið, tabernaklið, inntil Sálomo bygdi hús HARRANS í Jerusalem; teir stóðu har og gjørdu tænastu sína eftir fyriskipanunum, ið teir høvdu fingið
- 33– hesir vóru teir, ið stóðu har við sonum sínum: Av sonum Kahatita: Heman sangari, sonur Jóel, son Sámuel,
- 34son Elkana, son Jeroham, son Eliel, son Toa,
- 35son Zif, son Elkana, son Mahat, son Amasai,
- 36son Elkana, son Jóel, son Azarja, son Zefanja,
- 37son Tahat, son Assir, son Ebjasaf, son Kora,
- 38son Jizhar, son Kahat, son Levi, son Ísrael.
- 39Bróðir hansara* var Asaf; hann stóð høgrumegin hann – Asaf, sonur Berekja, son Simea,
- 40son Mikael, son Ba’aseja, son Malkija,
- 41son Etni, son Zera, son Adaja,
- 42son Etan, son Zimma, son Sime’i,
- 43son Jahat, son Gersom, son Levi.
- 44Brøður teirra, synir Merari, stóðu vinstrumegin: Etan, sonur Kisi, son Abdi, son Malluk,
- 45son Hasabja, son Amazja, son Hilkia,
- 46son Amzi, son Bani, son Semer,
- 47son Mali, son Musi, son Merari, son Levi.
- 48Brøður teirra, Levitarnir, vóru givnir til at gera alskyns tænastu í tabernaklinum, húsi Guds.
- 49Men Áron og synir hansara ofraðu á brennioffuraltarinum og roykilsisaltarinum og vóru settir at gera alla tænastu í hinum alraheilagasta og til at gera bót fyri Ísrael, eftir øllum tí, sum tænari Guds Móses hevði givið boð um.
- 50Hesir vóru synir Áron: Sonur hansara: Eleazar; sonur hansara: Pinehas; sonur hansara: Abisua;
- 51sonur hansara: Bukki; sonur hansara: Uzzi; sonur hansara: Zeraja;
- 52sonur hansara: Merajot; sonur hansara: Amarja; sonur hansara: Ahitub;
- 53sonur hansara: Zadok; sonur hansara: Ahima’az.
- 54Hetta vóru bústaðir teirra, eftir býum teirra, innan fyri landamark teirra: Synir Áron, av ætt Kahatita – sum fyrsti lutur fall á –
- 55teir fingu Hebron í Judalandi, við jørðini, ið til hoyrdi, rundanum;
- 56men akurlendið og bygdirnar, ið til býin hoyrdu, fekk Kaleb, sonur Jefunne.
- 57Synir Áron fingu tá griðstaðin Hebron, Libna við jørðini, ið til hoyrdi, Jattir og Estemoa við jørðini, ið til hoyrdi,
- 58Hilen við jørðini, ið til hoyrdi, Debir við jørðini, ið til hoyrdi,
- 59Asan við jørðini, ið til hoyrdi, og Bet-Semes við jørðini, ið til hoyrdi.
- 60Av ætt Benjamins: Geba við jørðini, ið til hoyrdi, Allemet við jørðini, ið til hoyrdi, og Anatot við jørðini, ið til hoyrdi. Býir teirra vóru tilsamans 13, eftir slektum teirra.
- 61Kahatitar* – hinir av slekt ættarinnar – fingu við lutakasti 10 býir frá hini hálvu ættini – hálvari ætt Manasse.
- 62Gersomitar, eftir slektum sínum, fingu 13 býir frá ætt Issakars, ætt Asers, ætt Naftali og ætt Manasse í Basan.
- 63Meraritar, eftir slektum sínum, fingu við lutakasti 12 býir frá ætt Rubens, ætt Gads og ætt Zebulons.
- 64Ísraelsmenn góvu tá Levitunum hesar býir við jørðini, ið til hoyrdi.
- 65Teir góvu teimum við lutakasti frá ætt Judamanna, ætt Símeonita og ætt Benjaminita hesar býir, ið nevndir eru við navni.
- 66Nakrar av slektum Kahatita fingu frá ætt Efra’ims hesar býir – sum tað, ið teimum lutaðist:
- 67Griðstaðin Sikem við jørðini, ið til hoyrdi, á Efra’imsfjøllum, Gezer við jørðini, ið til hoyrdi,
- 68Jokmeam við jørðini, ið til hoyrdi, Bet-Horon við jørðini, ið til hoyrdi,
- 69Ajalon við jørðini, ið til hoyrdi, Gat-Rimmon við jørðini, ið til hoyrdi,
- 70og frá hálvari ætt Manasse Aner við jørðini, ið til hoyrdi, og Bileam við jørðini, ið til hoyrdi. Hetta fingu hinar slektir Kahatita.
- 71Synir Gersom fingu frá teirri slekt, ið var hálv ætt Manasse: Golan í Basan við jørðini, ið til hoyrdi, og Astarot við jørðini, ið til hoyrdi;
- 72frá ætt Issakars: Kedes við jørðini, ið til hoyrdi, Dobrat við jørðini, ið til hoyrdi,
- 73Ramot við jørðini, ið til hoyrdi, og Anem við jørðini, ið til hoyrdi;
- 74frá ætt Asers: Masal við jørðini, ið til hoyrdi, Abdon við jørðini, ið til hoyrdi,
- 75Hukok við jørðini, ið til hoyrdi, og Rehob við jørðini, ið til hoyrdi;
- 76frá ætt Naftali: Kedes í Galilea við jørðini, ið til hoyrdi, Hammon við jørðini, ið til hoyrdi, og Kirjatajim við jørðini, ið til hoyrdi.
- 77Meraritar – hinir av Levitunum – fingu frá ætt Zebulons: Rimmono við jørðini, ið til hoyrdi, og Tabor við jørðini, ið til hoyrdi;
- 78og hinumegin Jordan, beint yvir av Jeriko – eystan fyri Jordan – fingu teir frá ætt Rubens: Bezer í oyðimørkini við jørðini, ið til hoyrdi, Jaza við jørðini, ið til hoyrdi,
- 79Kedemot við jørðini, ið til hoyrdi, og Mefa’at við jørðini, ið til hoyrdi;
- 80frá ætt Gads: Ramot í Gilead við jørðini, ið til hoyrdi, Mahanajim við jørðini, ið til hoyrdi,
- 81Hesbon við jørðini, ið til hoyrdi, og Jazer við jørðini, ið til hoyrdi.

