Les bíbliuna
Seinna bræv Pæturs
- 1Hetta er longu, tit elskaðu, annað brævið, eg skrivi tykkum; og í báðum havi eg við áminning vakt reina hug tykkara
- 2til at minnast orðini, ið frammanundan eru talað av hinum heilagu profetum, og boð Harrans og Frelsarans, sum ápostlar tykkara hava kunngjørt.
- 3Fyrst og fremst skulu tit vita hetta, at á síðstu døgum skulu koma spottarar, sum spotta og ganga eftir sínum egnu lystum
- 4og siga: „Hvat verður av lyftinum um komu Hansara! Frá tí fedrarnir sovnaðu, er jú alt vorðið verandi, sum tað hevur verið, líka frá byrjan skapningsins!“
- 5– Við vilja eru teir blindir fyri hesum, at frá fyrndartíð vóru himlar til, og jørð, sum var vorðin til av vatni og við vatni – við orði Guds;
- 6og við tí gekk heimurin, ið tá var, undir í vatnflóðini.
- 7Men himlarnir, ið nú eru, og jørðin, verða við sama orði goymd – eldinum! Tey verða hildin uppi – til tann dag hini gudleysu menniskju skulu verða dømd og ganga til grundar.
- 8Men hesum eina mugu tit ikki vera blind fyri, tit elskaðu, at ein dagur er Harranum sum túsund ár, og túsund ár sum ein dagur.
- 9Harrin er ikki seinførur við lyftinum – tóat summi halda tað vera seinføri – nei, Hann er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending.
- 10Men dagur Harrans skal koma – sum tjóvur; tá skulu himlarnir forganga í hørðum duna, frumevnini loysast sundur í brennandi hita, og jørðin og alt, ið henni er á, brenna upp.
- 11– Táið nú alt hetta loysist sundur – hvussu eiga tit tá ikki at stevna eftir heilagari atferð og gudsótta,
- 12meðan tit vænta og skunda undir komu Guds dags, sum skal gera, at himlarnir loysast sundur í eldi, og frumevnini bráðna av brennandi hita!
- 13Men vit vænta eftir lyfti Hansara nýggjar himlar og nýggja jørð, har rættvísi býr.
- 14Táið tit nú, elskaðu míni, vænta hetta, so leggið tykkum eina við at finnast lýtaleys og ólastandi fyri Honum, í friði!
- 15Og roknið langmóð Harra okkara fyri frelsu! Hetta er tað, sum elskaði bróðir okkara Paulus hevur skrivað tykkum eftir vísdóminum, ið honum er givin.
- 16Tað ger hann eisini í øllum brøvum sínum, táið hann í teimum talar um hetta; í teimum er eitt og annað, sum torført er at skilja, og sum hini ólærdu og ófestu útleggja skeivt – hetta gera tey eisini við hinar skriftirnar, sær sjálvum til undirgang.
- 17Táið tit nú vita hetta frammanundan, elskaðu míni, so varðið tykkum, at tit verða ikki rivin við av villu hinna gudleysu og falla úr tykkara egnu føstu støðu,
- 18nei, vaksið í náði og kunnskapi Harra og Frelsara okkara Jesu Krists! Honum veri dýrdin, bæði nú og í allar ævir! Amen.