Les bíbliuna

Josva

  • 1Luturin, ið synir Jósef fingu, gekk frá Jordan við Jeriko, eystur um vatnið við Jeriko, gjøgnum oyðimørkina, ið hækkar frá Jeriko niðan á fjøllini, til Betel.
  • 2Úr Betel gekk markið til Luz og síðani yvir at landamarki Arkita, til Atarot.
  • 3So gekk tað vestureftir, oman at landamarki Jafletita, til landamark Niðara-Bet-Horons, til Gezer og síðani líka í sjógvin.
  • 4Hetta var arvaluturin, ið synir Jósef, Manasse og Efra’im, fingu.
  • 5Efra’imitar fingu, eftir slektum sínum, mark síni soleiðis: Fyri eystan gekk mark arvalutar teirra frá Atrot-Addar líka at Ovara-Bet-Horon
  • 6og síðani líka í sjógvin. Fyri norðan var Mikmetat mark. Haðani sneiddi markið eystureftir, til Ta’anat-Silo, og longur eystur, til Janoa.
  • 7Úr Janoa gekk tað oman at Atarot og Na’ara, bar við Jeriko og gekk síðani í Jordan.
  • 8Úr Tappua gekk markið vestureftir, at Kanaløki og síðani líka í sjógvin. – Hetta var arvaluturin, ið ætt Efra’imita fekk eftir slektum sínum.
  • 9Haraftrat komu býirnir, ið frá vórðu skildir Efra’imitum inni í arvaluti Manassita, bæði býirnir og bygdirnar, ið til hoyrdu.
  • 10Men Kána’anitar, sum í Gezer búðu, róku teir ikki burtur, so at Kána’anitar vórðu búgvandi millum Efra’imitar – og gera tað enn í dag – men vórðu trælir við arbeiðsskyldu.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian