Les bíbliuna
Evangeliið eftir Matteus
- 1Táið Jesus hevði endað hesa talu, fór Hann úr Galilea og kom til landið hinumegin Jordan, sum hoyrir til Judea.
- 2Og nógv fólk fylgdi Honum, og Hann grøddi tey har.
- 3Tá komu Fariseararnir til Hansara, freistaðu Hann og søgdu: „Er loyviligt at skilja seg frá konu síni av eini og hvørji grund?“
- 4Hann svaraði: „Hava tit ikki lisið, at Skaparin av fyrstum gjørdi tey til mann og kvinnu
- 5og segði: „Tí skal maðurin fara frá faðir og móður og halda seg til konu sína, og tey bæði skulu verða eitt hold!“
- 6So eru tey ikki longur tvey, men eitt hold. Tað, sum tí Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur.“
- 7Tá søgdu teir við Hann: „Hví beyð tá Móses at geva skilnaðarbræv og skiljast frá henni?“
- 8Hann svaraði teimum: „Tí hjørtu tykkara eru so hørð, gav Móses tykkum loyvi at skiljast frá konum tykkara; men av fyrstum hevur ikki verið so.
- 9Og Eg sigi tykkum, at tann, ið skilst frá konu síni, táið tað ikki er fyri hor, og giftist við aðrari, drívur hor; og tann, ið giftist við fráskildari kvinnu, drívur hor.“
- 10Lærisveinar Hansara søgdu við Hann: „Eru viðurskiftini so millum mann og konu, tá er ikki ráðiligt at giftast!“
- 11Hann svaraði teimum: „Ikki øll fata hetta orð, nei, bert tey, sum tað er givið.
- 12Tí geldingar eru, sum eru føddir so úr móðurlívi; geldingar eru, sum eru geldir av menniskjum; og geldingar eru, sum hava gelt seg sjálvar fyri Himmiríkis ríkis skuld. Tann, ið kann fata hetta orð, hann fati tað!“
- 13Tá vórðu smá børn førd til Hansara, fyri at Hann skuldi leggja hendurnar á tey og biðja; men lærisveinarnir høvdu at teimum.
- 14Tá segði Jesus: „Latið hini smáu børn koma, forðið teimum ikki at koma til Mín! Tí ríki Himmiríkis hoyrir slíkum til.“
- 15So legði Hann hendurnar á tey og fór haðani.
- 16Tá kom ein til Hansara og segði: „Meistari! Hvat gott skal eg gera fyri at fáa ævigt lív?“
- 17Hann segði við hann: „Hví spyrt tú Meg um hitt góða? Bert ein er, sum er góður. Men vilt tú ganga inn til lívið, so halt boðini!“
- 18Hann spurdi: „Hvørji?“ Jesus svaraði: „„Tú mást ikki drepa; tú mást ikki dríva hor; tú mást ikki stjala; tú mást ikki bera rangan vitnisburð“;
- 19„ær faðir tín og móður tína!“ og: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.““
- 20Hin ungi maðurin segði við Hann: „Alt hetta havi eg hildið; hvat fattast mær enn?“
- 21Jesus svaraði honum: „Vilt tú vera fullkomin, so far og sel tað, ið tú eigur, og gev fátækum tað! Tá skalt tú eiga skatt í Himli; kom so og fylg Mær!“
- 22Men táið hin ungi maðurin hoyrdi hetta, fór hann tungur avstað; tí hann var ógvuliga ríkur.
- 23Tá segði Jesus við lærisveinar Sínar: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Torført er ríkum at koma inn í ríki Himmiríkis.
- 24Ja, Eg sigi tykkum: Lættari er kameli at fara gjøgnum nálareyga, enn ríkum at fara inn í ríki Guds!“
- 25Táið lærisveinarnir hoyrdu hetta, vórðu teir ógvuliga slignir av ótta og søgdu: „Hvør kann tá verða frelstur!“
- 26Men Jesus hugdi upp á teir og segði við teir: „Menniskjum er hetta ómøguligt; men Gudi er alt møguligt.“
- 27Tá tók Pætur til orða og segði við Hann: „Vit eru farnir frá øllum og hava fylgt Tær – hvat skulu vit tá fáa?“
- 28Jesus segði við teir: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Í endurføðingini, táið Menniskjasonurin situr í hásæti dýrdar Sínar, skulu eisini tit, sum hava fylgt Mær, sita í tólv hásætum og døma hinar tólv ættir Ísraels.
- 29Og hvør tann, ið er farin frá húsum, brøðrum, systrum, faðir, móður, konu, børnum ella jørð fyri navns Míns skuld, skal fáa tað mangar ferðir aftur og arva ævigt lív.
- 30Men mong, sum fyrst eru, skulu verða síðst, og mong, sum síðst eru, skulu verða fyrst.“