Les bíbliuna

Seinna Krønikubók

  • 1Táið Rehabeam var komin til Jerusalem, savnaði hann saman hús Juda og Benjamin, 180000 útvaldar hermenn, til at berjast við Ísrael og vinna Rehabeam ríkið aftur.
  • 2Tá kom orð HARRANS til Semaja gudsmann; Hann segði:
  • 3„Sig við Rehabeam, son Sálomo, kongin í Juda, og við alt Ísrael í Juda og Benjamin:
  • 4So sigur HARRIN: Tit skulu ikki fara og berjast við brøður tykkara! Vendið við aftur, hvør heim til sín sjálvs! Tí hetta, ið hent hevur, er komið frá Mær.“ – Og teir aktaðu orð HARRANS; teir vendu við og fóru ikki móti Jeroboam.
  • 5Rehabeam búði síðani í Jerusalem, og hann bygdi fleiri býir í Juda um til víggirdar staðir.
  • 6Hann bygdi Betlehem, Etam, Tekoa,
  • 7Bet-Zur, Soko, Adullam,
  • 8Gat, Maresa, Zif,
  • 9Adorajim, Lakis, Azeka,
  • 10Zora, Ajalon og Hebron – sum allir vóru í Juda og Benjamin – um til víggirdar staðir.
  • 11Hann víggirdi teir sterkt, setti høvdingar yvir teir og læt goyma har mat, olju og vín at taka til;
  • 12og hvønn býin læt hann fáa skjøldir og spjót og gjørdi teir soleiðis ógvuliga sterkar. – Juda og Benjamin hoyrdu honum til.
  • 13Prestarnir og Levitarnir í øllum Ísrael komu, allastaðni frá har sum teir búðu, og buðu seg í tænastu hjá honum;
  • 14tí Levitarnir rýmdu frá jørð síni og ogn síni og fóru til Juda og Jerusalem, av tí at Jeroboam og synir* hansara róku teir burtur úr tænastu teirra sum prestar HARRANS.
  • 15Hann setti sær sjálvur prestar fyri offurheyggjarnar og fyri bukkarnar og kálvarnar, ið hann hevði latið gera.
  • 16Við teimum* fylgdu úr øllum ættum Ísraels teir, ið høvdu hjartað vent til at søkja HARRAN Gud Ísraels; teir komu til Jerusalem at ofra til HARRAN Gud fedra sína.
  • 17Teir styrktu Judaríki og tryggjaðu í trý ár Rehabeam, syni Sálomo, kongadømið – tí í trý ár gingu teir í fótasporum Dávids og Sálomos.
  • 18Rehabeam tók sær til konu Mahalat, dóttur Jerimot, son Dávid, og Abihajil, dóttur Eliab, son Ísai.
  • 19Við henni átti hann synirnar Je’us, Semarja og Saham.
  • 20Seinni giftist hann við Ma’aku, dóttur Absalom; við henni átti hann Abia, Attai, Ziza og Selomit.
  • 21Av øllum konum og hjákonum sínum var Rehabeam bestur við Ma’aku, dóttur Absalom – hann hevði tikið sær 18 konur og 60 hjákonur, og hann fekk 28 synir og 60 døtur.
  • 22Rehabeam setti Abia, son Ma’aku, til høvd, til høvdinga millum brøður hansara; tí hann hevði í huga at gera hann til kong.
  • 23Og hann var klókur – hann læt allar synir sínar búgva um alt Juda og Benjaminsland, í øllum hinum víggirdu støðunum, læt teir fáa ríkligt at liva av og fekk teimum mongd av konum.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guds orði, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian