Les bíbliuna

Fyrra Krønikubók

  • 1Hesir vóru synir Ísrael: Ruben, Símeon, Levi, Juda, Issakar, Zebulon,
  • 2Dan, Jósef, Benjamin, Naftali, Gad og Aser.
  • 3Synir Juda vóru Er, Onan og Sela; hesar tríggjar átti hann við dóttur Sua, hini kána’anitisku kvinnuni. Men Er, hin frumborni Juda, var HARRANUM ímóti, og Hann læt hann doyggja.
  • 4Síðani átti sonarkona hansara, Tamar, honum Perez og Zera, so at synir Juda vóru tilsamans fimm.
  • 5Synir Perez vóru Hezron og Hamul.
  • 6Synir Zera vóru Zimri, Etan, Heman, Kalkol og Dara, tilsamans fimm.
  • 7Sonur Karmi var Akar, hann, sum dró vanlukku oman yvir Ísrael, við tað at hann bar seg trúleyst at við tí bannlýsta góðsinum.
  • 8Sonur Etan var Azarja.
  • 9Synirnir, ið Hezron fekk, vóru Jerame’el, Ram og Kelubai.
  • 10Ram fekk sonin Amminadab; Amminadab fekk sonin Nason, høvdinga Judamanna.
  • 11Nason fekk sonin Salma; Salma fekk sonin Boaz;
  • 12Boaz fekk sonin Obed; Obed fekk sonin Ísai.
  • 13Ísai fekk Eliab – sum var frumborni sonur hansara – Abinadab, annan son sín, Simea, hin triðja,
  • 14Netanel, hin fjórða, Raddai, hin fimta,
  • 15Ozem, hin sætta, og Dávid, hin sjeynda.
  • 16Systrar teirra vóru Zeruja og Abigajil. Synir Zeruju vóru Absai, Jóab og Asael, tríggir.
  • 17Abigajil átti Amasa – faðir Amasa var Jeter, Ísmaelitur.
  • 18Kaleb, sonur Hezron, fekk børn við Azubu, konu síni, og við Jeriot; synir hennara vóru hesir: Jeser, Sobab og Ardon.
  • 19Táið Azuba doyði, tók Kaleb Efrat til konu, og við henni fekk hann sonin Hur;
  • 20Hur fekk sonin Uri, og Uri fekk sonin Bezalel.
  • 21Síðani giftist Hezron við dóttur Makir, faðir Gilead; hann var 60 ár, táið hann tók hana til konu. Við henni fekk hann sonin Segub.
  • 22Segub fekk sonin Ja’ir, sum átti 23 býir í Gileadslandi.
  • 23Men Gesuritar og Áramearar tóku Ja’irsbýir frá teimum og somuleiðis Kenat við bygdunum, ið til tað hoyrdu – 60 býir tilsamans. Allir hesir vóru synir Makir, faðir Gilead.
  • 24Eftir tað at Hezron var deyður í Kaleb-Efrata, átti Abia, kona hansara, honum Ashur, faðir Tekoa.
  • 25Synir Jerame’el, hin frumborna Hezrons, vóru Ram – hin frumborni hansara – og Buna, Oren og Ozem, við Ahiu.
  • 26Jerame’el hevði eisini eina aðra konu; hon æt Atara; hon var móðir Onam.
  • 27Synir Ram, hin frumborna Jerame’els, vóru Ma’az, Jamin og Eker.
  • 28Synir Onam vóru Sammai og Jada; synir Sammai vóru Nadab og Abisur.
  • 29Kona Abisur æt Abihajil; við henni átti hann Aban og Molid.
  • 30Synir Nadab vóru Seled og Appajim; Seled doyði og átti ongan son.
  • 31Sonur Appajim var Jisi; sonur Jisi var Sesan; sonur Sesan var Alai.
  • 32Synir Jada, bróður Sammai, vóru Jeter og Jónatan; Jeter doyði og átti ongan son.
  • 33Synir Jónatan vóru Pelet og Zaza. – Hetta vóru eftirkomarar Jerame’els.
  • 34Sesan átti bert døtur, ongar synir. Men Sesan hevði egyptiskan tænara, ið æt Jarha;
  • 35og hann læt tænara sín Jarha fáa dóttur sína til konu; hann fekk við henni sonin Attai;
  • 36Attai fekk sonin Natan; Natan fekk sonin Zabad;
  • 37Zabad fekk sonin Eflal; Eflal fekk sonin Obed;
  • 38Obed fekk sonin Jehu; Jehu fekk sonin Azarja;
  • 39Azarja fekk sonin Helez; Helez fekk sonin Elasa;
  • 40Elasa fekk sonin Sismai; Sismai fekk sonin Sallum;
  • 41Sallum fekk sonin Jekamja; Jekamja fekk sonin Elisama.
  • 42Synir Kaleb, bróður Jerame’el, vóru Mesa – hin frumborni hansara, faðir Zif – og synir Maresa, faðir Hebron;
  • 43synir Hebron vóru Kora, Tappua, Rekem og Sema;
  • 44Sema fekk sonin Raham, faðir Jorkeam. Rekem fekk sonin Sammai;
  • 45sonur Sammai var Maon, sum var faðir Bet-Zur.
  • 46Efa, hjákona Kaleb, átti Haran, Moza og Gazez; Haran fekk sonin Gazez.
  • 47Synir Jedai vóru Regem, Jótam, Gesan, Pelet, Efa og Sa’af.
  • 48Ma’aka, hjákona Kaleb, átti Seber og Tirhana;
  • 49hon átti eisini Sa’af, faðir Madmanna, og Seva, faðir Makbena og Gibea. Dóttir Kaleb var Aksa.
  • 50Hetta vóru synir Kaleb: Sobal, sonur Hur, hin frumborni Efrata, og faðir Kirjat-Jearim,
  • 51Salma, faðir Betlehem, Haref, faðir Bet-Gader.
  • 52Synir Sobal, sum var faðir Kirjat-Jearim, vóru Haroe og helvtin av hammenuhotættini.
  • 53Ættir Kirjat-Jearims vóru Jitritar, Putitar, Sumatitar og Misra’itar; frá teimum eru ættaðir Zoratitar og Estaolitar.
  • 54Synir Salma vóru Betlehem, Netofatitar, Atrot-Bet-Jóab, helvtin av Manahatitum og Zoritar.
  • 55Ættir hinna skriftlærdu, sum í Jabez búðu, vóru Tiratitar, Simatitar og Sukatitar; hetta eru teir Kinitar, ið eru ættaðir frá Hammat, faðir rekabsættina.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian