Les bíbliuna
Fyrra Krønikubók
- 1Filistarar herjaðu á Ísrael; og menn Ísraels flýddu fyri Filistarum, og teir falnu lógu víða hvar á Gilboafjalli.
- 2Filistarar vóru Saul og sonum hansara tætt í hølunum, og teir drópu Jónatan, Abinadab og Malkisua, synir Saul.
- 3Bardagin gjørdist harður, har sum Saul var; bogamenninir raktu við hann, og ógvulig angist kom á hann fyri teimum.
- 4Tá segði Saul við vápnasvein sín: „Drag svørð títt og stikk tað ígjøgnum meg, so ikki hesir óumskornu koma og fara illa við mær!“ Men vápnasveinurin vildi ikki – hann tordi ikki. Tá tók Saul sjálvur svørð sítt og læt seg falla á tað.
- 5Táið vápnasveinurin sá, at Saul var deyður, læt eisini hann seg falla á svørð sítt og doyði.
- 6Soleiðis doyðu Saul, teir tríggir synir hansara og allir skyldmenn hansara; teir doyðu allir samlir.
- 7Táið nú allir Ísraelsmenn í dalinum sóu, at teir vóru flýddir, og at Saul og synir hansara vóru falnir, rýmdu teir úr býum sínum og flýddu; og Filistarar komu og búsettust har.
- 8Dagin eftir komu Filistarar at ræna hinar falnu; teir funnu tá Saul og synir hansara liggjandi á Gilboafjalli.
- 9Teir rændu av honum og tóku høvd og vápn hansara, sendu síðani boð um alt Filistaraland og lótu kunngera avgudum sínum og fólkinum gleðiboðskapin.
- 10Vápnini løgdu teir í gudshús sítt, og skalla hansara hongdu teir upp í húsi Dagons.
- 11Men táið alt Jabes í Gilead frætti alt tað, ið Filistarar høvdu gjørt við Saul,
- 12fóru allir vápnaførir menn avstað, og teir tóku lík Sauls og sona hansara og fóru til Jabes við teimum; so jarðaðu teir bein teirra undir eikini í Jabes og hildu føstu í sjey dagar.
- 13Soleiðis doyði Saul aftur fyri trúloysið, ið hann hevði víst HARRANUM, at hann hevði ikki aktað eftir orði HARRANS, og at hann líka hevði verið og spurt ein anda og biðið hann lagt sær ráð.
- 14– Men HARRAN spurdi hann ikki til ráðs; tí læt Hann hann doyggja, og síðani læt Hann Dávid, son Ísai, fáa kongadømið.