Les bíbliuna

Fyrra Kongabók

  • 1Men tá kom eftir boði HARRANS ein gudsmaður úr Juda til Betel – júst sum Jeroboam stóð við altarið og skuldi brenna roykilsi.
  • 2Hann rópti – eftir boði HARRANS – móti altarinum: „Altar! Altar! So sigur HARRIN: Sonur skal verða føddur húsi Dávids, Josias skal hann eita; hann skal á tær ofra prestar offurheyggjanna, teir, ið brenna roykilsi á tær, og menniskjabein skulu verða brend á tær.“
  • 3Samstundis kunngjørdi hann tekin og segði: „Hetta er tekinið fyri, at HARRIN hevur talað: Altarið skal rivna, og øskan, ið á tí er, skal stoytast niður!“
  • 4Táið Jeroboam kongur hoyrdi orðini, ið gudsmaðurin rópti móti altarinum í Betel, rætti hann út hondina frá altarinum og segði: „Takið hann!“ Men hondin, ið hann rætti út móti honum, visnaði, so hann fekk ikki tikið hana at sær aftur.
  • 5Og altarið rivnaði, og øskan stoyttist niður av altarinum; hetta var tekinið, ið gudsmaðurin eftir boði HARRANS hevði kunngjørt.
  • 6Tá tók kongurin til orða og segði við gudsmannin: „Bøna HARRAN Gud tín og bið fyri mær, at eg skal fáa tikið hondina at mær aftur!“ Gudsmaðurin bønaði nú HARRAN, og kongurin fekk tikið hondina at sær aftur – hon varð, sum hon hevði verið áður.
  • 7Nú segði kongurin við gudsmannin: „Kom heim við mær og fá okkurt at styrkja teg við, og loyv mær at geva tær eina gávu!“
  • 8Men gudsmaðurin svaraði konginum: „Um tú so gavst mær hálvt hús títt, kom eg kortini ikki heim við tær; á hesum staði vil eg hvørki eta ella drekka!
  • 9Tí hetta boð havi eg fingið við orði HARRANS: „Tú mást hvørki eta ella drekka,* og tú skalt ikki fara heimaftur, somu leið sum tú komst.““
  • 10Síðani fór hann burtur ein annan veg – hann fór ikki avstað aftur, somu leið sum hann var komin til Betel.
  • 11Nú búði í Betel gamal profetur; sonur hansara kom og segði honum alt tað, ið gudsmaðurin hevði gjørt í Betel henda dagin, og orðini, ið hann hevði talað við kongin. Táið teir* høvdu sagt faðir sínum hetta,
  • 12spurdi hann teir: „Hvønn veg fór hann?“ – Tí synir hansara høvdu sæð, hvørja leið hann var farin, gudsmaðurin, ið komin var úr Juda.
  • 13Tá segði hann við synir sínar: „Saðlið mær eslið!“ Teir saðlaðu honum nú eslið, og hann setti seg á tað
  • 14og reið avstað aftan á gudsmanninum. Hann hitti hann sitandi undir eini eik, og hann spurdi hann: „Ert tú gudsmaðurin, ið komin er úr Juda?“ Hann svaraði: „Ja, tað eri eg!“
  • 15Tá segði hann við hann: „Kom til hús við mær og fá tær ein bita at eta!“
  • 16Men hann svaraði: „Eg kann ikki venda aftur við tær og koma heim við tær; eg vil hvørki eta ella drekka við tær á hesum staði.
  • 17Tí orð kom til mín frá HARRANUM: „Tú mást hvørki eta ella drekka har, og tú mást ikki fara avstað aftur, somu leið sum tú komst.““
  • 18Tá segði hann við hann: „Eg eri profetur við, eins og tú, og eingil hevur við orði HARRANS sagt við meg: „Fá hann aftur við tær, heim til tín, so hann kann fáa sær at eta og drekka!““ – Men hetta leyg hann fyri honum.
  • 19So vendi hann tá aftur við honum og át og drakk heima hjá honum.
  • 20Men meðan teir sótu við borðið, kom orð HARRANS til profetin, ið hevði fingið hann aftur við sær,
  • 21og hann rópti til gudsmannin, ið komin var úr Juda: „So sigur HARRIN: Aftur fyri at tú vart orði HARRANS ólýðin og heltst ikki boðið, ið HARRIN Gud tín gav tær,
  • 22men vendi aftur og átst og drakst á tí staði, ið Hann hevði sagt við teg um: „Har mást tú hvørki eta ella drekka!“ so skal lík títt ikki koma í grøv fedra tína!“
  • 23Táið hann nú hevði etið og drukkið, saðlaði hann honum eslið – profetinum, ið hann hevði fingið aftur við sær.
  • 24Hann fór so avstað; men á vegnum kom leyva ímóti honum og drap hann; lík hansara lá slongt har á vegnum, og eslið stóð hjá tí; eisini leyvan stóð har hjá líkinum.
  • 25Nakrir menn komu nú framvið; teir sóu líkið, ið lá slongt har á vegnum, og leyvuna, ið stóð hjá líkinum; táið teir komu til býin, har sum hin gamli profeturin búði, søgdu teir hetta har.
  • 26Táið profeturin, ið hevði fingið hann aftur av leið hansara, hoyrdi hetta, segði hann: „Tað er gudsmaðurin, ið var orði HARRANS ólýðin; HARRIN hevur afturfyri latið leyvuna fáa fatur á honum, so hon hevur skrætt hann sundur og dripið hann, eftir orðinum, ið HARRIN hevði talað við hann.“
  • 27Síðani segði hann við synir sínar: „Saðlið mær eslið!“ Táið teir so høvdu saðlað tað,
  • 28fór hann avstað og fann lík hansara liggjandi slongt har á vegnum og eslið og leyvuna standandi hjá líkinum; leyvan hevði hvørki etið líkið ella skrætt eslið sundur.
  • 29Profeturin tók nú lík gudsmansins upp, legði tað á eslið og fór heimaftur við tí; og hesin gamli profeturin fór inn í bý sín at halda syrgihátíð eftir hann og jarða hann.
  • 30Hann legði lík hansara í sína egnu grøv, og tey hildu syrgihátíð eftir hann og róptu: „Á bróðir mín!“
  • 31Táið hann nú hevði jarðað hann, segði hann við synir sínar: „Táið eg doyggi, skulu tit jarða meg í grøvini, sum gudsmaðurin er jarðaður í; tit skulu leggja bein míni hjá beinum hansara.
  • 32Tí orðið skal ganga út, sum hann eftir boði HARRANS rópti móti altarinum í Betel og móti øllum halgidómum offurheyggjanna í býum Samaria.“
  • 33Men heldur ikki hetta fekk Jeroboam at venda við av óndu leið síni; hann helt við at taka menn frá hond av fólkinum til prestar við offurheyggjarnar; hann innsetti* hvønn, ið hug hevði til tað, til prest við heyggjarnar.
  • 34Hetta varð húsi Jeroboams til synd og voldi, at tað varð týnt av jørðini, og endi gjørdur á tí.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian