Les bíbliuna

Sálmarnir

  • 1Táið Ísrael fór út av Egyptalandi, hús Jákups frá fólki við fremmandum tungumáli,
  • 2varð Juda halgidómur Hansara, Ísrael ríki Hansara.
  • 3Havið sá tað og flýddi, Jordan vendi við;
  • 4fjøllini hoppaðu sum veðrar, heyggjarnir sum lomb.
  • 5Hvat bagir tær, hav, síðani tú flýggjar? Jordan, hví vendir tú við?
  • 6Hví hoppa tit sum veðrar, tit fjøll, sum lomb, tit heyggjar?
  • 7Skelv, jørð, fyri ásjón Harrans, fyri ásjón Jákups Guds,
  • 8Hann, sum ger klettin til tjørn, hin harða stein til vatnskeldu!
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian