Leita í Bíbliuni
Víđkađ leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Fyrra brćv Paulusar til Timoteus
Kapittul 3
12 3456
1 Tađ er trúvert orđ, at tráar onkur eftir umsjónarembćti, er tađ gott verk, hann hevur hug til.
2 Tí skal umsjónarmađur vera ólastandi, mađur einar kvinnu, árvakin, fráhaldandi, hřviskur, gestablíđur, fřrur fyri at lćra onnur,
3 ikki drykkjumađur, ikki bardagamađur, men mildur, ikki klandursamur, ikki peningagjarnur.
4 Hann skal standa vćl fyri sínum egna húsi, hava lýđin břrn í řllum siđprýđi -
5 dugir ein ikki at standa fyri sínum egna húsi, hvussu kann hann tá veita samkomu Guds umsjón!
6 Hann skal ikki vera nýggjur í trúnni - fyri at hann skal ikki verđa uppblástur og falla undir dóm Djevulsins.
7 Hann skal eisini hava góđan vitnisburđ frá teimum, iđ uttanfyri eru, fyri at hann skal ikki verđa háđađur og falla í snerru Djevulsins.
8 Somuleiđis skulu samkomutćnararnir hava sámiligan atburđ, ikki vera tvítungutir, ikki drykkjumenn, ikki gjarnir eftir ljótum vinningi.
9 Teir skulu varđveita loyndarmál trúarinnar í reinari samvitsku.
10 Eisini hesir skulu fyrst verđa royndir; síđani skulu teir gera tćnastu, um teir eru ólastandi.
11 Kvinnur skulu somuleiđis hava sámiligan atburđ, ikki vera baktalandi, men fráhaldandi, trúgvar í řllum.
12 Samkomutćnari skal vera mađur einar kvinnu, halda vćl skil á břrnum sínum og standa vćl fyri sínum egna húsi.
13 Tí teir, sum hava veriđ góđir samkomutćnarar, vinna sćr sjálvum góđa střđu og nógv dirvi í trúnni á Kristus Jesus.
14 Hetta skrivi eg tćr, tóat eg vóni skjótt at koma til tín.
15 Men skuldi eg ikki komiđ enn, skalt tú av hesum vita, hvussu ein eigur at bera seg at í húsi Guds, sum er samkoma hins livandi Guds, stuđul og grundvřllur sannleikans.
16 Og - sum ein og hvřr má sanna - stórt er loyndarmál gudsóttans: Hann, sum varđ opinberađur í holdi, rćttvísgjřrdur í anda, sćddur av einglum, prćdikađur millum fólkaslřg, trúgvin í heiminum, tikin upp í dýrd.