Leita í Bíbliuni
Víđkađ leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliiđ eftir Matteus
Kapittul 1
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
gitiđ
1 Ćttartal Jesu Krists, sonar Dávids, sonar Ábrahams.
2 Ábraham átti Ísak; Ísakur átti Jákup; Jákup átti Juda og brřđur hansara;
3 Juda átti Perez og Zera viđ Tamar; Perez átti Hezron; Hezron átti Ram;
4 Ram átti Amminadab; Amminadab átti Nason; Nason átti Salmon;
5 Salmon átti Boas viđ Rahab; Boas átti Obed viđ Rutt; Obed átti Ísai;
6 Ísai átti Dávid kong; Dávid átti Sálomon viđ konu Urias;
7 Sálomon átti Roboam; Roboam átti Abia; Abia átti Asa;
8 Asa átti Jósafat; Jósafat átti Jóram; Jóram átti Ozias;
9 Ozias átti Jótam; Jótam átti Akas; Akas átti Ezekias;
10 Ezekias átti Manasse; Manasse átti Amon; Amon átti Josias;
11 Josias átti Jekonja og brřđur hansara, um ta tíđina táiđ herleiđingin til Bábylon fór fram.
12 Eftir herleiđingina til Bábylon átti Jekonja Sealtiel; Sealtiel átti Zerubbabel;
13 Zerubbabel átti Abiud; Abiud átti Eljakim; Eljakim átti Azor;
14 Azor átti Sadok; Sadok átti Akim; Akim átti Eliud;
15 Eliud átti Eleazar; Eleazar átti Mattan; Mattan átti Jákup;
16 Jákup átti Jósef, mann Mariu; av henni varđ Jesus fřddur, Hann, sum kallast Kristus.
17 Soleiđis eru řll ćttarliđini frá Ábrahami til Dávid fjúrtan liđ; frá Dávidi til herleiđingina til Bábylon fjúrtan liđ; frá herleiđingini til Bábylon til Kristus fjúrtan liđ.
18 Viđ fřđing Jesu Krists gekk so til: Maria, móđir Hansara, var trúlovađ viđ Jósefi; men áđrenn tey komu saman, royndist hon at vera viđ barn viđ Heilaga Andanum.
19 Men viđ tađ at Jósef, mađur hennara, var rćttvísur og vildi ikki gera hana til skammar fyri almenningi, ćtlađi hann loyniliga at skiljast frá henni.
20 Međan hann nú hugsađi um hetta, vísti eingil Harrans seg fyri honum í dreymi og segđi: "Jósef, sonur Dávid! Óttast ikki at taka til tín Mariu, konu tína! Tí tađ, sum í henni er gitiđ, er av Heilaga Andanum.
21 Hon skal eiga son, og tú skalt kalla navn Hansara Jesus; tí Hann skal frelsa fólk Sítt frá syndum teirra."
22 Alt hetta hendi, fyri at tađ skuldi ganga út, sum talađ er av Harranum viđ profetinum, sum sigur:
23 "Moyggin skal verđa viđ barn og eiga son, og navn Hansara skal verđa kallađ Immanuel" - sum útlagt er: "Gud viđ okkum."
24 Táiđ nú Jósef var vaknađur upp úr svřvni, gjřrdi hann, sum eingil Harrans hevđi álagt honum, og tók til sín konu sína;
25 men hann helt seg ikki til hennara, fyrrenn hon hevđi átt son sín. Og hann kallađi navn Hansara Jesus.