Leita í Bíbliuni
Víđkađ leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fjórđa Mósebók
Kapittul 8
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36
1 HARRIN talađi viđ Móses og segđi:
2 "Tala viđ Áron og sig viđ hann: "Táiđ tú setur upp lampurnar, skalt tú seta tćr so, at allar sjey lampurnar kasta ljósiđ yvir rúmiđ framman fyri ljósastakan!""
3 Hetta gjřrdi so Áron; hann setti lampurnar so upp, at tćr kastađu ljósiđ yvir rúmiđ framman fyri ljósastakan - sum HARRIN hevđi álagt Mósesi.
4 Ljósastakin var av slignum gulli; fóturin og blómurnar á honum vóru sligiđ arbeiđi; eftir myndini, iđ HARRIN hevđi víst honum, hevđi Móses gjřrt ljósastakan.
5 Framvegis talađi HARRIN viđ Móses og segđi:
6 "Skil Levitarnar burtur úr Ísraelsmonnum og reinsa teir!
7 Soleiđis skalt tú bera teg at, táiđ tú reinsar teir: Tú skalt sletta reinsivatn á teir, og teir skulu lata rakiknív ganga yvir alt likam sítt og vaska klćđi síni og soleiđis reinsa seg.
8 Síđani skulu teir taka ungan tarv og matofriđ, iđ til hoyrir, fínt mjřl blandađ viđ olju; og ein annan ungan tarv skalt tú taka til syndoffur.
9 Nú skalt tú lata Levitarnar koma fram fyri samkomutjaldiđ, og tú skalt kalla saman alla samkomu Ísraelsmanna.
10 Táiđ tú so hevur latiđ Levitarnar stíga fram fyri ásjón HARRANS, skulu Ísraelsmenn leggja hendur sínar á Levitarnar,
11 og Áron skal víga HARRANUM teir fyri Ísraelsmenn, á sama hátt sum táiđ hann sveiggjar ofriđ fyri ásjón HARRANS; síđani skulu teir tćna HARRANUM, tađ skal vera arbeiđi teirra.
12 Nú skulu Levitarnir leggja hendur sínar á hřvd tarvanna, og tú skalt ofra HARRANUM annan til syndoffur og annan til brennioffur og soleiđis gera bót fyri Levitarnar.
13 So skalt tú lata Levitarnar stíga fram fyri Áron og synir hansara og víga HARRANUM teir, á sama hátt sum táiđ ofriđ verđur sveiggjađ fyri HARRANUM.
14 Soleiđis skalt tú skilja Levitarnar út frá Ísraelsmonnum, og Levitarnir skulu hoyra Mćr til.
15 Síđani - táiđ tú hevur reinsađ og vígt teir - skulu Levitarnir koma og gera tćnastu viđ samkomutjaldiđ.
16 Tí teir eru Mćr givnir sum gáva frá Ísraelsmonnum; Eg havi tikiđ Mćr teir til ogn í stađin fyri alt tađ hjá Ísraelsmonnum, sum opnar móđurlív, alt frumboriđ.
17 Tí Eg eigi alt frumboriđ hjá Ísraelsmonnum, bćđi fólk og fć; ta ferđina iđ Eg drap alt frumboriđ í Egyptalandi, halgađi Eg Mćr tađ.
18 Men nú havi Eg tikiđ Levitarnar í stađin fyri alt frumboriđ hjá Ísraelsmonnum;
19 Eg tók Levitarnar út millum Ísraelsmenn og gav Áron og sonum hansara teir, fyri at teir skulu gera tćnastu viđ samkomutjaldiđ fyri Ísraelsmenn og gera bót fyri teir - fyri at Ísraelsmenn skulu ikki koma halgidóminum nćr og soleiđis leiđa vanlukku oman yvir seg."
20 Móses, Áron og řll samkoma Ísraelsmanna gjřrdu so viđ Levitarnar; á allan hátt so sum HARRIN hevđi álagt Mósesi viđvíkjandi Levitunum, gjřrdu Ísraelsmenn viđ teir.
21 Levitarnir reinsađu seg og vaskađu klćđi síni, og Áron vígdi teir fyri ásjón HARRANS, á sama hátt sum táiđ sveiggioffur verđur vígt, og gjřrdi bót fyri teir, so teir vórđu reinir.
22 Síđani komu Levitarnir og gjřrdu tćnastu sína viđ samkomutjaldiđ undir Áron og sonum hansara. - Sum HARRIN hevđi álagt Mósesi viđvíkjandi Levitunum, so gjřrdu teir viđ teir.
23 HARRIN talađi framvegis viđ Móses og segđi:
24 "Hetta er lógin, iđ geldur viđvíkjandi Levitunum: Tann, iđ er 25 ár ella eldri, skal koma og gera tćnastu viđ at arbeiđa viđ samkomutjaldiđ.
25 Men táiđ Leviturin verđur 50 ár, skal hann geva uppat at gera tćnastu og ikki arbeiđa longur;
26 hann kann ganga brřđrum sínum til handa í samkomutjaldinum og akta eftir tí, iđ har er at akta eftir; men fasta tćnastu skal hann ikki hava. - Soleiđis skalt tú gera viđ Levitarnar í řllum, sum teir hava at varđveita."