Leita ķ Bķbliuni
Vķškaš leiting        Leitihjįlp





       Nżggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fjórša Mósebók
Kapittul 35
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36
1 HARRIN talaši framvegis viš Móses į Móabsheišum viš Jordan, beint yvir av Jeriko, og segši:
2 "Gev Ķsraelsmonnum taš boš, at teir skulu geva Levitunum bżir til bśstašir ķ landinum, sum teir fįa ķ ogn! Tit skulu eisini geva Levitunum landiš rundan um hesar bżir.
3 Bżirnar skulu teir hava at bśgva ķ, og markirnar, iš til hoyra, skulu teir hava til beiti fyri fę sķtt - fylgi sķni og ųll onnur krķatśr, iš teir hava.
4 Markirnar rundan um bżirnar, iš tit skulu geva Levitum, skulu ganga 1000 alin frį bżmśrinum allar vegir.
5 Uttan fyri bżin skulu tit mįla 2000 alin til eystursķšu, 2000 alin til sušursķšu, 2000 alin til vestursķšu og 2000 alin til noršursķšu, og bżurin skal vera ķ mišjuni. Hesar markir rundan um bżirnar skulu teir fįa.
6 Bżirnir, iš tit lata Levitarnar fįa, skulu vera teir 6 grišstaširnir, iš tit skulu geva manndrįparum at kunna flżggja til; og umframt teir skulu tit lata teir fįa 42 bżir.
7 Tilsamans skulu tit geva Levitunum 48 bżir viš jųršini, iš til hoyrir.
8 Av bżunum, iš tit skulu geva av óšali Ķsraelsmanna, skulu tit taka fleiri frį teirri ętt, iš stųrri er, og fęrri frį teirri, iš minni er; hvųr ętt skal geva Levitunum so mangar av bżum sķnum, sum svarar til arvalutin, iš hon hevur fingiš."
9 Framvegis talaši HARRIN viš Móses og segši:
10 "Tala viš Ķsraelsmenn og sig viš teir: "Tįiš tit eru komin um Jordan og inn ķ Kįna’ansland,
11 skulu tit velja nakrar bżir, iš skulu vera tykkum grišstašir, so at manndrįpari, sum av misgįum drepur onkun, kann flżggja hagar.
12 Ķ hesum bżum skulu tit hava rętt at leita tykkum skżli undan blóšhevnaranum, so manndrįparin skal ikki lata lķv, įšrenn hann hevur stašiš fyri samkomuni til dóms.
13 Bżirnir, iš tit lata til grišstašir, skulu vera 6 ķ tali;
14 trķggjar skulu tit lata hinumegin Jordan, og hinar trķggjar bżirnar skulu tit lata ķ Kįna’anslandi; teir skulu vera grišstašir.
15 Bęši Ķsraelsmenn og hinir fremmandu og innfluttu, sum bśgva ķmillum teirra, skulu hava rętt at leita sęr skżli ķ hesum 6 bżum, so ein og hvųr, iš av misgįum drepur onkun, kann flżggja hagar.
16 Tann, iš slęr onkun viš jarnamboši, so hann doyr, er manndrįpari; manndrįparin skal lata lķv.
17 Tann, iš tekur upp ķ hondina stein, nóg stóran at drepa mann viš, og slęr onkun viš honum, so hann doyr, er manndrįpari; manndrįparin skal lata lķv.
18 Tann, iš hevur ķ hondini tręamboš, sum mašur kann drepast viš, og slęr onkun viš tķ, so hann doyr, er manndrįpari; manndrįparin skal lata lķv.
19 Blóšhevnarin skal drepa manndrįparan; hvar hann so hittir hann, skal hann drepa hann.
20 Somuleišis, um ein av hatri rennir undir ein annan ella viš vilja kastar okkurt į hann, so hann doyr,
21 ella av fķggindskapi slęr hann viš hondini, so hann doyr, tį skal hann, iš sló, lata lķv; hann er manndrįpari, og blóšhevnarin skal drepa manndrįparan, hvar hann so hittir hann.
22 Men um ein av misgįum, ikki av fķggindskapi, fķrir undir ein annan ella kastar eitt ella annaš į hann - uttan at hava ilt ķ huga -
23 ella uttan at sķggja hann rakar hann viš steini, sum er nóg stórur at drepa mann viš - so hann doyr, men drįpsmašurin er ikki óvinur hansara og vildi honum ikki ilt,
24 so skal samkoman dųma millum drįpsmannin og blóšhevnaran eftir hesum lógum;
25 og samkoman skal verja manndrįparan fyri blóšhevnaranum og beina hann aftur ķ grišstašin, sum hann var flżddur til; har skal hann vera, inntil hųvušspresturin, hann, iš salvašur er viš hini heilųgu oljuni, er deyšur.
26 Men kemur manndrįparin śt um landamark grišstašarins, iš hann er flżddur til,
27 og blóšhevnarin hittir hann uttan fyri landamark grišstašar hansara og drepur manndrįparan, so hevur hann onga blóšskyld į sęr.
28 Tķ manndrįparin skal verša verandi ķ grišstaši sķnum, inntil hųvušspresturin er deyšur; men tįiš hųvušspresturin er deyšur, kann hann fara aftur, hagar sum hann hevur óšal sķtt.
29 - Hetta skal vera lóg hjį tykkum mann eftir mann, hvar tit so bśgva.
30 Tįiš onkur drepur menniskja, so mį manndrįparin ikki verša dripin, uttan meir enn eitt vitni er móti honum; taš, iš bert ein vitnar, er ikki nóg mikiš at fella deyšadóm eftir.
31 Tit mugu ikki taka viš loysigjaldi fyri lķv manndrįpara, tįiš hann er deyšasekur - hann skal lata lķv.
32 Heldur ikki mugu tit taka viš loysigjaldi fyri ein, iš flżddur er til grišstaš, so hann kann koma aftur og bśgva onkustašni ķ landinum, įšrenn presturin er deyšur.
33 Vanhalgiš ikki landiš, iš tit bśgva ķ! Tķ blóš vanhalgar landiš, og bót veršur ikki gjųrd fyri landiš - fyri blóšiš, iš har veršur śthelt - uttan viš blóši tess, iš śthelt taš hevur.
34 Tś skalt ikki gera landiš óreint, sum tit bśgva ķ, landiš, iš Eg bśgvi mitt ķ; tķ Eg, HARRIN, bśgvi mitt ķmillum Ķsraelsmenn!""