Leita ķ Bķbliuni
Vķškaš leiting        Leitihjįlp





       Nżggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Trišja Mósebók
Kapittul 7
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27
1 "Hetta er lógin um skyldofriš - taš er hįheilagt -:
2 Į sama staši sum brenniofriš veršur dripiš, skal eisini skyldofriš verša dripiš. Blóšiš śr tķ skal verša slett rundanum į altariš,
3 og alt taš feita av tķ skal verša ofraš, hįrógvin, tįlgin, iš er į innvųlinum,
4 bęši nżruni viš nżrumųrinum, innantil viš lendarnar, og taš stųrra livrarblašiš; taš skal takast śt saman viš nżrunum.
5 Og presturin skal brenna taš į altarinum sum eldoffur fyri HARRANUM; taš er skyldoffur.
6 Alt mannkyn millum prestarnar kann eta taš; į heilųgum staši skal taš etast; taš er hįheilagt.
7 Viš skyldofrinum er sum viš syndofrinum; ein og sama lóg er fyri bęši: Tann prestur, iš ger bót viš tķ, skal hava taš.
8 Tįiš prestur ofrar brennioffur fyri onkun, so skal hesin sami prestur hava hśšina av brenniofrinum, iš hann hevur ofraš.
9 Ųll matoffur, iš bakaš eru ķ ovni ella gjųrd til į pannu ella plįtu, tey skal tann prestur hava, sum ber tey fram.
10 Men ųll matoffur, iš eru blandaš viš olju, ella sum eru turr, tey skulu hoyra ųllum sonum Įron til, einum lķka vęl sum ųšrum.
11 Hetta er lógin um takkofriš, iš veršur ofraš HARRANUM:
12 Veršur taš ofraš sum lovoffur, so skal hann, iš ofrar taš, umframt slįturofriš, iš hoyrir til lovofriš, bera fram ósśrgašar kųkur viš olju ķ, ósśrgašar flatkųkur, smurdar viš olju, og fķnt mjųl, iš er blandaš viš olju og knošaš til kųkur;
13 saman viš sśrgašum kųkum skal hann bera fram hesa offurgįvu sķna, umframt slįturofriš, iš hoyrir til takkofriš, iš hann ber fram sum lovoffur.
14 Av hesum ofri skal hann bera fram eina kųku av hvųrjum slagnum sum gįvu til HARRAN; taš skal tann prestur hava, sum slettir blóš takkoffursins į altariš.
15 Kjųtiš av takkofri, iš veršur boriš fram sum lovoffur, skal etast, sama dag sum taš veršur ofraš; einki av tķ mį verša liggjandi til morgunin eftir.
16 Er slįturofriš, iš ein ber fram, lovaš ella sjįlvkravt offur, so skal taš etast, sama dag sum taš veršur ofraš; men taš, iš av loypur, kann etast dagin eftir.
17 Men taš, iš tį er eftir av offurkjųtinum, skal brennast upp trišja dagin;
18 etur onkur trišja dagin av takkoffurkjųtinum, so veršur taš ikki vęl toknaš; taš skal ikki roknast honum til góša, sum ofraši taš, taš skal roknast fyri andstygd, og tann, iš etur av tķ, ger misbrot, sum hann kemur at bųta fyri.
19 Ei heldur mį taš kjųt etast, sum hevur nomiš viš okkurt óreint, nei, taš skal brennast upp. - Annars kann ein og hvųr, iš reinur er, eta av kjųtinum.
20 Men tann, iš etur kjųt av takkofri HARRANS, mešan nakaš óreint er į honum, skal verša beindur burtur śr fólki sķnum.
21 Og tįiš ein nemur viš okkurt óreint - taš veri nś óreinskan hjį einum menniskja ella óreint dżr ella nakaš annaš óreint og višurstyggiligt - og so etur kjųt av takkofri HARRANS, skal hann verša tżndur śr fólki sķnum.""
22 HARRIN talaši framvegis viš Móses og segši:
23 "Tala viš Ķsraelsmenn og sig: "Tit mugu einki feitt eta, hvųrki av neyti, seyši ella geit.
24 Taš feita av sjįlvdeyšum dżrum og av dżrum, iš sundurskrędd eru, kunnu tit nżta til ymiskt; men eta taš mugu tit ikki.
25 Tķ ein og hvųr, iš etur taš feita av dżrunum, iš eldoffur HARRANS verša tikin av - tann, iš etur nakaš av tķ, skal verša tżndur śr fólki sķnum.
26 - Blóš mugu tit ikki eta, hvųrki av fugli ella av fęi, hvar tit so eru bśsitandi;
27 ein og hvųr, iš nakrantķš etur blóš, skal verša tżndur śr fólki sķnum.""
28 Framvegis talaši HARRIN viš Móses og segši:
29 "Tala viš Ķsraelsmenn og sig: "Tann, iš vil ofra HARRANUM takkoffur, skal av hesum takkofri sķnum bera HARRANUM fram ta offurgįvu, iš Hann skal hava.
30 Viš egnum hondum skal hann bera fram eldoffur HARRANS; taš feita og bringuna skal hann bera fram, og bringan skal verša sveiggjaš fyri įsjón HARRANS;
31 og presturin skal brenna taš feita į altarinum, men bringuna skulu Įron og synir hansara hava.
32 Eisini taš hųgra tjógviš skulu tit lata prestin fįa sum gįvu av takkofri tykkara.
33 Tann av sonum Įron, sum ber fram blóšiš og taš feita av takkofrinum, skal hava taš hųgra tjógviš sum sķn part.
34 Tķ sveiggjubringuna og offurgįvutjógviš taki Eg frį Ķsraelsmonnum, av takkofrum teirra, og gevi Įron presti og sonum hansara taš; taš skal ķ allar ęvir vera nakaš, sum teir eiga hjį Ķsraelsmonnum og kunnu krevja teir eftir.
35 Hetta er parturin, iš Įron og synir hansara eiga av eldofrum HARRANS, og sum varš givin teimum, tann dagin Hann lęt teir stķga fram at vera prestar fyri HARRANUM -
36 parturin, iš HARRIN gav Ķsraelsmonnum boš um at lata teir fįa, tann dagin teir verša salvašir, nakaš, sum teir ķ allar ęvir eiga og kunnu krevja, mann eftir mann.""
37 Hetta er lógin um brenniofriš, matofriš, syndofriš, skyldofriš, vķgsluofriš og takkofriš,
38 sum HARRIN įlegši Mósesi į Sinaifjalli, tann dagin Hann gav Ķsraelsmonnum boš um at bera HARRANUM fram offur sķni ķ Sinaioyšimųrk.