Leita í Bíbliuni
Víđkađ leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Triđja Mósebók
Kapittul 21
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27
1 HARRIN segđi viđ Móses: "Tala viđ prestarnar, synir Áron, og sig viđ teir: "Prestur má ikki gera seg óreinan millum fólk sítt viđ at nema viđ lík,
2 uttan so tađ er eitt av nćsta skyldfólki hansara, móđir, fađir, sonur, dóttir, bróđir,
3 ella systir - um so er at hon var moyggj og enn hoyrdi ćttini til - ikki var burturgift; viđ henni kann hann gera seg óreinan.
4 Hann má ikki gera seg óreinan; tí hann er hřvdingi millum fólk sítt, hann má ikki vanhalga seg.
5 Prestarnir mugu ikki raka seg berskřllutar nakrastađni á hřvdinum, ikki stubba burtur av skegginum og ikki gera skurđir á likamiđ.
6 Heilagir skulu teir vera fyri Gudi sínum og ikki vanhalga navn Guds síns; tí teir bera fram eldoffur HARRANS, mat Guds síns; tí skulu teir vera heilagir.
7 Eingin av teimum má giftast viđ skřkju ella kvinnu, iđ vanćrd er, heldur ikki viđ kvinnu, iđ mađurin hevur rikiđ frá sćr; tí presturin er heilagur fyri Gudi sínum.
8 Tú skalt rokna hann heilagan; tí hann ber fram mat Guds tíns; hann skal vera tćr heilagur, tí heilagur eri Eg, HARRIN, sum halgar tykkum.
9 Táiđ prestadóttir vanhalgar seg viđ skřkjulívi, vanhalgar hon fađir sín; hon skal brennast á báli.
10 Tann, iđ hřvuđsprestur er millum brřđur sínar, tann, á hvřrs hřvur salvuoljan er úthelt, og sum er vígdur og hevur latiđ seg í hini heilřgu klćđini, hann má hvřrki ganga ógreiddur ella skrćđa klćđini.
11 Hann má einki lík fara til; nei, enntá ikki viđ fađir sínum ella móđur síni má hann gera seg óreinan.
12 Hann má ikki fara úr halgidóminum, so hann vanhalgar halgidóm Guds síns; tí salvuolja Guds hansara, sum hann varđ vígdur viđ, er á honum. - Eg eri HARRIN!
13 Til konu skal hann taka kvinnu, sum er moyggj;
14 hann má ikki giftast viđ einkju, viđ kvinnu, iđ er vrakađ, ella sum er vanćrd, ella viđ skřkju; onga uttan moyggj av fólki sínum má hann taka til konu.
15 Annars vanhalgar hann avkom sítt millum fólk sítt. - Tí Eg eri HARRIN, sum halgar hann!""
16 HARRIN talađi framvegis viđ Móses og segđi:
17 "Tala viđ Áron og sig: "Eingin av avkomi tínum - nú ella í komandi tíđum - sum brekađur er, má stíga fram at bera fram mat Guds síns;
18 tađ má eingin, sum brekađur er, hvřrki blindur, lamin ella ein, sum hevur lýti í andlitinum, ella sum hevur lim, iđ er ov stórur,
19 eingin, sum hevur brotiđ arm ella bein,
20 eingin, sum er kúlutur ella dvřrgvaksin, eingin, sum hevur plett á eyganum, skrubb ella annađ útbrot, ella sum eistuni eru kroyst á.
21 Eingin eftirkomari Árons prests, sum brekađur er, má stíga fram at bera fram eldoffur HARRANS; hann er brekađur, hann má ikki stíga fram at bera fram mat Guds síns!
22 Hann kann eta mat Guds síns, bćđi hitt háheilaga og hitt heilaga;
23 men viđ tađ at hann er brekađur, má hann ikki koma at forhanginum og fara fram at altarinum; tí so vanhalgar hann heilřgu lutir Mínar. - Tí Eg eri HARRIN, sum halgar teir!""
24 - Móses segđi alt hetta viđ Áron og synir hansara og allar Ísraelsmenn.