Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Onnur Mósebók
Kapittul 6
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40
1 Men HARRIN segði við Móses: "Nú skalt tú fáa at síggja tað, ið Eg skal gera við Farao! Við sterku hond Míni skal hann verða tvingaður at lata tey fara, ja, hann skal við sterku hond Míni verða tvingaður at reka tey av landi sínum!"
2 Og Gud talaði við Móses og segði við hann: "Eg eri HARRIN!
3 Fyri Ábrahami, Ísaki og Jákupi opinberaði Eg Meg sum Gud hin Alvaldi, men undir navni Mínum HARRIN var Eg ikki kendur av teimum.
4 Eg gjørdi sáttmála Mín við teir, at Eg skuldi geva teimum Kána’ansland, landið, ið teir búðu í sum fremmandir.
5 Og nú havi Eg hoyrt, hvussu Ísraelsmenn suffa, tí Egyptar halda teir í trældómi, og Eg havi minst sáttmála Mín!
6 Tú skalt tí siga við Ísraelsmenn: "Eg eri HARRIN, og Eg skal fría tykkum undan trælaarbeiðinum hjá Egyptum, frelsa tykkum úr trældóminum undir teimum og loysa tykkum út við útrættum armi og stórum revsidómum!
7 Eg skal taka tykkum til fólk Mítt, og Eg skal vera Gud tykkara; tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN Gud tykkara, sum fríar tykkum undan trælaarbeiðinum hjá Egyptum!
8 Eg skal føra tykkum til landið, ið Eg við upplyftari hond havi svorið at geva Ábrahami, Ísaki og Jákupi; Eg skal geva tykkum tað í ogn! Eg eri HARRIN!""
9 Hetta segði Móses nú Ísraelsmonnum; men teir lurtaðu ikki eftir Mósesi; teir vóru mótfalnari enn so, og trælaarbeiðið var tyngri enn so.
10 Tá talaði HARRIN við Móses og segði:
11 "Far og sig við Farao, kongin í Egyptalandi, at hann skal lata Ísraelsmenn fara av landi sínum!"
12 Men Móses tók soleiðis til orða, har hann stóð fyri ásjón HARRANS: "Tú sært, at Ísraelsmenn lurta ikki eftir mær - hvussu skuldi tá Farao farið og lurtað eftir mær, eg, sum havi óumskornar varrar aftrat!"
13 - Men HARRIN talaði við Móses og Áron og sendi teir til Ísraelsmenn og til Farao, kongin í Egyptalandi, at leiða Ísraelsmenn út av Egyptalandi.
14 Hesir eru høvdini fyri fedrahúsum teirra: Ruben, hin frumborni Ísraels, átti hesar synir: Hanok, Pallu, Hezron og Karmi; hetta vóru ættir Rubens.
15 Synir Símeon vóru Jemuel, Jamin, Ohad, Jakin og Zohar - og Saul, sum ein kána’anitisk kvinna átti; hetta vóru ættir Símeons.
16 Hetta eru nøvnini á sonum Levi, eftir ættum teirra: Gerson, Kahat og Merari. - Levi varð 137 ár.
17 Synir Gerson vóru Libni og Sime’i, eftir ættum teirra.
18 Synir Kahat vóru Amram, Jizhar, Hebron og Uzziel. - Kahat varð 133 ár.
19 Synir Merari vóru Mali og Musi. - Hetta eru ættir Levi, eftir ættartali teirra.
20 Amram tók faðirsystur sína Jokebed til konu, og við henni fekk hann Áron og Móses. - Amram varð 137 ár.
21 Synir Jizhar vóru Kora, Nefeg og Zikri.
22 Synir Uzziel vóru Misael, Elzafan og Sitri.
23 Áron tók Elisebu til konu; hon var dóttir Amminadab og systir Nahason; við henni fekk hann Nadab, Abihu, Eleazar og Itamar.
24 Synir Kora vóru Assir, Elkana og Abiasaf - hetta vóru ættir Kora’ita.
25 Eleazar, sonur Áron, tók eina av døtrum Putiel til konu, og við henni fekk hann Pinehas. - Hetta eru høvdini fyri fedrahúsum Levita, eftir ættum teirra.
26 Hesar menn, Áron og Móses, var tað, ið HARRIN segði so við: "Leiðið Ísraelsmenn út av Egyptalandi, her eftir her!"
27 Tað vóru teir, ið søgdu við Farao, kongin í Egyptalandi, at Ísraelsmenn skuldu verða leiddir út av Egyptalandi - hesir menninir, Móses og Áron.
28 Og ta ferðina ið HARRIN talaði við Móses í Egyptalandi,
29 segði Hann so við Móses: "Eg eri HARRIN! Sig við Farao, kongin í Egyptalandi, alt tað, ið Eg sigi við teg!"
30 Men Móses segði, har hann stóð fyri ásjón HARRANS: "Tú veitst, at eg havi óumskornar varrar - hvussu skuldi tá Farao farið og lurtað eftir mær!"