Leita ķ Bķbliuni
Vķškaš leiting        Leitihjįlp





       Nżggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Onnur Mósebók
Kapittul 39
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40
1 Av tķ blįa, purpurreyša og skarlaksreyša tónum gjųrdu teir embętisklęši til tęnastuna ķ halgidóminum; og teir gjųrdu hini heilųgu klęšini, iš Įron skuldi hava - so sum HARRIN hevši įlagt Mósesi.
2 Lķvkyrtilin gjųrdu teir av gulli, blįum, purpurreyšum og skarlaksreyšum tógvi og fķnum, tvinnašum lķni.
3 Teir slógu gulliš śt ķ plįtur og kliptu plįturnar sundur ķ tręšrir, so taš ķ listvevnaši kundi verša voviš inn ķ taš blįa, purpurreyša og skarlaksreyša tógviš og taš fķna lķniš.
4 Akslastykki gjųrdu teir til hansara, at festa į hann; tey vóru at festa hann saman viš ķ bįšum endum.
5 Beltiš, iš į honum sat og helt honum saman, var įfast viš hann og av sama slags toyi, av gulli, blįum, purpurreyšum og skarlaksreyšum tógvi og fķnum, tvinnašum lķni - so sum HARRIN hevši įlagt Mósesi.
6 So gjųrdu teir sjóamsteinarnar til og feldu teir inn ķ samanflęttaš gull; inn ķ teir vóru nųvn sona Ķsraels skorin, sum innsigli verša śtskorin.
7 Teir vóršu settir į akslastykki lķvkyrtilsins, fyri at teir skuldu gera, at bųrn Ķsraels vóršu minst - so sum HARRIN hevši įlagt Mósesi.
8 Sķšani gjųrdu teir bringudśkin; ķ listvevnaši var hann, į sama hįtt sum lķvkyrtilin, av gulli, blįum, purpurreyšum og skarlaksreyšum tógvi og fķnum, tvinnašum lķni.
9 Hann var fżrhyrntur og lagdur dupultur; eina sponn langur og eina sponn breišur var hann og lagdur dupultur.
10 Viš fżra rųšum av dżrum steinum settu teir hann, kerneol, topas og smaragd ķ fyrsta raši,
11 rubin, safir og kalsedon ķ ųšrum,
12 hżasint, agat og ametyst ķ trišja,
13 krżsolit, sjóam og jaspis ķ fjórša raši; teir sótu feldir inn ķ samanflęttaš gull.
14 Steinarnir vóru 12 ķ tali, eftir nųvnum sona Ķsraels, ein fyri hvųrt navniš; ķ hvųnn steinin varš navniš į einum av teimum 12 ęttunum skoriš inn eins og ķ innsigli.
15 Til bringudśkin gjųrdu teir eisini ketur av reinum gulli, snarašar, sum teir leggja snųri.
16 Sķšani flęttašu teir gull saman - ķ tveimum - og gjųrdu tveir gullringar og settu teir hvųnn į sķtt horn bringudśksins.
17 Tęr bįšar snarašu gullketurnar festu teir ķ bįšar ringarnar į hornum bringudśksins.
18 Hinar bįšar endarnar į teimum snarašu ketunum festu teir ķ taš samanflęttaša gulliš į bįšum akslastykkjum lķvkyrtilsins; frammantil festu teir tęr.
19 So gjųrdu teir tveir ašrar gullringar og settu teir į hini bęši horn bringudśksins, į tann kvaršan, iš inn eftir vendi, inn móti lķvkyrtlinum.
20 Tveir gullringar enn gjųrdu teir og settu teir į tey bęši akslastykki lķvkyrtilsins, nišantil fyri framman, har sum hann varš samanfestur, oman fyri belti lķvkyrtilsins.
21 Ringar bringudśksins bundu teir viš bandi av blįum tógvi til ringar lķvkyrtilsins, so at bringudśkurin kom at sita oman fyri belti lķvkyrtilsins og ikki kundi skiljast frį lķvkyrtlinum - so sum HARRIN hevši įlagt Mósesi.
22 Kįpuna, iš hoyrdi til lķvkyrtilin, gjųrdu teir av blįum tógvi, alla sum hon var, vovna.
23 Mitt į henni var opilsi um hųvdiš, og rundan um opilsiš bordi - sum opilsiš į brynju - fyri at hon skuldi ikki skrędna.
24 Runt um fald hennara ķ nešra settu teir granatepli av tvinnašum blįum, purpurreyšum og skarlaksreyšum tógvi.
25 Og teir gjųrdu bjųllur av reinum gulli og settu tęr rundan um allan faldin į kįpuni ķ nešra, millum granateplini,
26 eina bjųllu og so eitt granatepli, uppaftur eina bjųllu og eitt granatepli, og soleišis į ųllum faldinum, rundan um alla kįpuna ķ nešra - at verša nżtta viš tęnastuna, so sum HARRIN hevši įlagt Mósesi.
27 Sķšani gjųrdu teir Įron og sonum hansara vovnar undirkyrtlar av fķnum lķni,
28 hśgvuna av fķnum lķni, embętishśgvurnar av fķnum lķni, lųriftsbuksurnar av fķnum, tvinnašum lķni,
29 og beltiš av fķnum, tvinnašum lķni og blįum, purpurreyšum og skarlaksreyšum tógvi, vovnum ķ ymiskum litum - so sum HARRIN hevši įlagt Mósesi.
30 So gjųrdu teir plįtuna av reinum gulli - hitt heilaga pannuprżšiš - og skrivašu į hana, eins og innsigli verša śtskorin: "Halgašur HARRANUM."
31 Og teir festu į hana band av blįum tógvi og settu hana omantil į hśgvuna - so sum HARRIN hevši įlagt Mósesi.
32 Soleišis varš nś alt arbeišiš lišugt viš tabernakliš, samkomutjaldiš; ķ einum og ųllum gjųrdu Ķsraelsmenn taš so, sum HARRIN hevši įlagt Mósesi.
33 So bóru teir Mósesi tabernakliš: Tjaldiš og alt, iš til hoyrdi, krókarnar, plankarnar, tvųrstengurnar, stólparnar og stabbarnar,
34 takiš av reyšlitašum vešraskinni og takiš av sjókśskinni, forhangiš, iš framman fyri ųrkina skuldi vera,
35 vitnisburšarųrkina viš stongum hennara, nįšistólin,
36 boršiš viš ųllum, iš til hoyrdi, sżnisbreyšini,
37 ljósastakan av reinum gulli viš lampunum, iš į hann skuldu setast, og alt annaš, iš til hoyrdi, oljuna til ljósastakan,
38 gullaltariš, salvuoljuna, hitt angandi roykilsiš, forhangiš fyri dyr tabernakulsins,
39 koparaltariš viš kopargrindini, stongunum og ųllum, iš til hoyrdi, vatnķlatiš og fót tess,
40 umhang forgaršsins, stólparnar og stabbarnar, forhangiš fyri portur forgaršsins, togini og hęlirnar, alt, iš nżtast skuldi til tęnastuna ķ tabernaklinum, samkomutjaldinum,
41 embętisklęšini til tęnastuna ķ halgidóminum, hini heilųgu klęši Įrons prests og prestaklęši sona hansara.
42 Ķ einum og ųllum so sum HARRIN hevši įlagt Mósesi, gjųrdu Ķsraelsmenn alt arbeišiš.
43 Og tįiš Móses hugdi at ųllum, iš gjųrt var, og sį, at taš var lišugt, at teir į allan hįtt hųvdu gjųrt taš so, sum HARRIN hevši sagt, tį signaši hann teir.