Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Onnur Mósebók
Kapittul 28
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40
1 "So skalt tú lata bróður tín, Áron, og synir hansara við honum stíga fram úr Ísraelsfólki og koma til tín, og tú skalt seta teir til prestar fyri Mær - Áron og synir Áron, Nadab, Abihu, Eleazar og Itamar.
2 Og tú skalt gera bróður tínum, Áron, heiløg klæði til heiður og prýði.
3 Tú skalt tala við allar menn, ið hava gott skil á listarverki, teir, ið Eg havi fylt við vísdómsanda, og teir skulu gera Áron klæðini, sum hann skal vera í, so hann kann verða halgaður at tæna Mær sum prestur.
4 Klæðini, ið teir skulu gera, eru hesi: Bringudúk, lívkyrtil, kápu, marglittan undirkyrtil, húgvu og belti; heiløg klæði skulu teir gera Áron, bróður tínum, og sonum hansara, so teir kunnu vera prestar fyri Mær.
5 Til hetta skulu teir nýta gull, blátt, purpurreytt og skarlaksreytt tógv og fínt lín.
6 Lívkyrtilin skulu teir gera av gulli, bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni, í listvevnaði.
7 Hann skal hava tvey akslastykki, ið eru fest at honum, hvørt á sínum endanum; tey skulu vera at festa hann saman við.
8 Beltið, ið á honum skal sita og halda honum saman, skal vera áfast við hann og av sama slags toyi, av gulli, bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni.
9 So skalt tú taka tveir sjóamsteinar, og inn í teir skalt tú skera nøvnini á sonum Ísraels,
10 seks av nøvnunum á annan steinin og hini seks nøvnini á hin steinin - eftir aldrinum.
11 Á sama hátt sum teir skera út í stein, og sum innsigli verða útskorin, skalt tú skera nøvnini á sonum Ísraels inn í hesar báðar steinar, og so skalt tú fella teir inn í samanflættað gull.
12 Og steinarnar skalt tú báðar seta á akslastykki lívkyrtilsins, fyri at teir skulu gera, at synir Ísraels verða minstir; táið Áron stendur fyri ásjón HARRANS, skal hann bera nøvn teirra á báðum økslunum og soleiðis gera, at teir verða minstir.
13 So skalt tú flætta saman gull;
14 og tvær ketur av reinum gulli skalt tú gera, tær skulu verða snaraðar, sum teir leggja snøri, og hesar snaraðu ketur skalt tú festa til hitt samanflættaða gullið.
15 Síðani skalt tú gera dómsbringudúk; í listvevnaði skal hann vera, á sama hátt sum lívkyrtilin; av gulli, bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni skalt tú gera hann.
16 Hann skal vera fýrhyrntur og lagdur dupultur, eina sponn langur og eina sponn breiður.
17 Við dýrum steinum skalt tú seta hann, allan sum hann er, við fýra røðum av steinum, karneol, topas og smaragd í fyrsta raði,
18 rubin, safir og kalsedon í øðrum,
19 hýasint, agat og ametyst í triðja,
20 krýsolit, sjóam og jaspis í fjórða raði; teir skulu sita í samanflættaðum gulli.
21 Steinarnir skulu vera 12 í tali, eftir nøvnunum á sonum Ísraels, ein fyri hvørt navnið; í hvønn steinin skal navnið á einum av hinum 12 ættunum vera skorið inn sum í innsigli.
22 Til bringudúkin skalt tú eisini gera ketur av reinum gulli, snaraðar, sum teir leggja snøri.
23 Eisini skalt tú gera tveir gullringar til bringudúkin, og teir skalt tú seta hvønn á sítt horn bringudúksins.
24 Tær báðar snaraðu gullketurnar skalt tú festa í báðar ringarnar á hornum bringudúksins.
25 Hinar báðar endarnar á teimum snaraðu ketunum skalt tú festa í tað samanflættaða gullið á báðum akslastykkjum lívkyrtilsins; frammantil skalt tú festa tær.
26 Síðani skalt tú gera tveir aðrar gullringar og seta teir á hini bæði horn bringudúksins, á kvarðan, ið inn eftir vendir, inn móti lívkyrtlinum.
27 Tveir gullringar enn skalt tú gera og seta teir á bæði akslastykki lívkyrtilsins, niðantil fyri framman, har sum hann verður samanfestur, oman fyri belti lívkyrtilsins.
28 So skulu ringar bringudúksins við bandi av bláum tógvi verða bundnir til ringar lívkyrtilsins, so at bringudúkurin kemur at sita oman fyri belti lívkyrtilsins og ikki kann skiljast frá lívkyrtlinum.
29 Áron skal soleiðis bera nøvnini á sonum Ísraels í dómsbringudúkinum á hjarta sínum, táið hann fer inn í halgidómin, so HARRIN altíð skal minnast tey.
30 Í dómsbringudúkin skalt tú leggja urim og tummim, so Áron ber tey á hjartanum, táið hann fer inn fyri ásjón HARRANS; soleiðis skal Áron altíð bera dómin yvir Ísraelsmenn á hjartanum fyri ásjón HARRANS.
31 Kápuna, ið hoyrir til lívkyrtilin, skalt tú gera úr bláum tógvi, alla sum hon er.
32 Mitt á henni skal vera opilsi til høvdið, og rundan um opilsið vovin bordi - sum opilsið á brynju - fyri at hon skal ikki skrædna.
33 Runt um fald hennara í neðra skalt tú seta granatepli av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og millum teirra gullbjøllur, allan vegin runt,
34 eina gullbjøllu og so eitt granatepli, uppaftur eina gullbjøllu og eitt granatepli, og soleiðis á øllum faldinum, rundan um alla kápuna í neðra.
35 Hesi kápu skal Áron vera í, altíð táið hann ger tænastu, so hoyrast kann, táið hann fer inn í halgidómin fyri ásjón HARRANS, og táið hann kemur út aftur; so skal hann ikki doyggja.
36 Síðani skalt tú gera plátu av reinum gulli og skera inn í hana, sum innsigli verður skorið: "Halgaður HARRANUM."
37 Hana skalt tú við bandi av bláum tógvi festa á húgvuna; frammantil á húgvuni skal hon sita.
38 Áron skal bera hana á pannuni, fyri at hann kann taka á seg syndirnar, ið sita á hinum heiløgu gávum, ið Ísraelsmenn bera fram, á øllum hinum heiløgu gávum, ið tey koma við; Áron skal altíð hava hana á pannuni fyri at vinna teimum tokka HARRANS.
39 So skalt tú gera marglittan undirkyrtil av fínum líni. Og tú skalt gera húgvu av fínum líni, og belti, vovið í ymiskum litum.
40 Eisini sonum Áron skalt tú gera undirkyrtlar, og belti skalt tú gera teimum. Og tú skalt gera teimum húgvur til heiður og prýði.
41 Í hetta skalt tú lata bróður tín, Áron, somuleiðis synir hansara, og tú skalt salva teir, innseta teir og halga teir at vera prestar fyri Mær.
42 So skalt tú gera teimum buksur av lørifti, sum fjala blygd teirra; tær skulu røkka frá lendunum niður á lørini.
43 Áron og synir hansara skulu vera í teimum, táið teir fara inn í samkomutjaldið ella stíga fram at altarinum at gera tænastu í halgidóminum, fyri at teir skulu ikki koma at bera skyld á sær og doyggja. Ein lóg skal hetta í allar ævir vera honum og avkomi hansara eftir hann."