Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 84
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Eftir gittit. Eftir synir Kora. Sálmur.
2 Hvussu elskuligir eru ikki bústaðir Tínir, HARRI Gud herskaranna!
3 Sál míni leingist, ja, hon tráar eftir forgørðum HARRANS; hjarta mítt og hold mítt rópa av gleði móti hinum livandi Gudi.
4 Ja, spurvurin fann sær heim, og svalan reiður, sum hon hevur ungar sínar í - altar Tíni, HARRI Gud herskaranna, kongur mín og Gud mín!
5 Sæl eru tey, sum búgva í húsi Tínum; tey skulu altíð lova Tær. - Sela.
6 Sælur er tann, ið hevur styrki sína í Tær, og sum hevur hjartað vent til hinar beinu leiðir.
7 Táið tey fara gjøgnum bakadalin, gera tey hann til kelduríkt stað, ja, heystregnið leggur signing yvir hann.
8 Frá kraft til kraft ganga tey; tey stíga fram fyri Gud á Zion.
9 HARRI Gud, Gud herskaranna, hoyr bøn mína, lurta eftir, Tú Gud Jákups! - Sela.
10 Gud, skjøldur okkara! Hygg higar og skoða andlit hins salvaða Tíns!
11 Tí betri er ein dagur í forgørðum Tínum enn túsund aðrir; fyrr vil eg liggja við gáttina í húsi Guds míns enn búgva í gudloysistjøldum.
12 Tí Gud HARRIN er sól og skjøldur, HARRIN gevur náði og heiður; einki gott sýtir Hann teimum, sum liva í sakloysi.
13 HARRI Gud herskaranna, sælur er tann, ið lítur á Teg!