Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 28
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Eftir Dávid. Til Tín, HARRI, rópi eg! Klettur mín, ver ikki tigandi móti mær, tí annars - um Tú tigur - verði eg líkur teimum, sum fara niður í grøvina!
2 Hoyr bønandi rødd mína, táið eg rópi til Tín, táið eg lyfti upp hendurnar móti heilaga templi Tínum!
3 Rív meg ikki burt við gudleysum og við teimum, ið gera órætt, sum tala frið við næsta sín, men hava ilt í huga!
4 Løn teimum eftir verkum teirra og eftir ónda atburði teirra, løn teimum eftir handaverki teirra, lat teir fáa aftur, sum teir hava uppiborið!
5 Tí teir akta ikki eftir tí, ið HARRIN ger, ella eftir handaverki Hansara - Hann skal bróta teir niður og ikki byggja teir upp!
6 Lovaður veri HARRIN, tí Hann hevur hoyrt bønandi rødd mína!
7 Harrin er styrki mín og skjøldur mín; á Hann lítur hjarta mítt, og eg verði hjálpin; tí gleðist hjarta mítt, og eg skal prísa Honum við songi mínum.
8 HARRIN er styrki fólks Síns; Hann er hinum salvaða Sínum frelsuvernd.
9 - Frels fólk Títt og signa arv Tín, røkta tey og ber tey til ævigar tíðir!