Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 135
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Halleluja! Lovið navni HARRANS, lovið tí, tit tænarar HARRANS,
2 sum standa í húsi HARRANS, í forgørðum húss Guds okkara!
3 Lovið HARRANUM, tí HARRIN er góður! Lovsyngið navni Hansara, tí tað er lívsælt!
4 Tí HARRIN hevur útvalt Sær Jákup, Ísrael til ogn Sína.
5 Ja, eg veit, at HARRIN er stórur, Harri okkara er størri enn allir gudar.
6 HARRIN ger alt tað, ið Hann vil, í Himli og á jørð, í havinum og øllum veraldardjúpunum.
7 Hann letur skýggj stíga upp frá enda jarðarinnar, fær snarljósini at geva regn, sendir stormin út úr goymslum Sínum.
8 Hann sló hinar frumbornu Egyptalands, bæði fólk og fæ,
9 og sendi tekin og undur yvir teg, Egyptaland, yvir Farao og allar tænarar hansara.
10 Hann sló stór fólkasløg og drap mektigar kongar,
11 Sihon amoritakong og Og, kongin í Basan, og øll kongaríkini í Kána’an,
12 og gav land teirra í arv, gav Ísrael, fólki Sínum, tað í arv.
13 HARRI, navn Títt er ævigt, minnið um Teg, HARRI, er mann eftir mann!
14 Tí HARRIN skal døma fólk Sítt, og Honum skal tykjast synd í tænarum Sínum.
15 Avgudar heidninganna eru silvur og gull, handaverk manna;
16 teir hava munn, men tala ikki, eygu, men síggja ikki;
17 teir hava oyru, men hoyra ikki, og eingin andadráttur er í munni teirra.
18 Sum teir eru, so verða tey, ið gera teir, ein og hvør, ið lítur á teir.
19 Lova HARRANUM, hús Ísraels! Lova HARRANUM, hús Árons!
20 Lova HARRANUM, hús Levi! Lovið HARRANUM, tit, ið óttast HARRAN!
21 Av Zion veri HARRIN lovaður, Hann, sum býr í Jerúsalem! - Halleluja!