Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Krønikubók
Kapittul 8
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29
1 Benjamin var faðir Bela - sum var hin frumborni hansara; Asbel var annar sonur hansara, Ara hin triði,
2 Noha hin fjórði, og Rafa hin fimti.
3 Bela átti synirnar Addar, Gera, Abihud,
4 Abisua, Na’aman, Ahoa,
5 Gera, Sefufan og Huram.
6 Hesir vóru synir Ehud - teir vóru ættarhøvdingar millum teirra, sum búðu í Geba, og sum vórðu flutt burtur til Manahat;
7 tað var Na’aman, ið saman við Ahia og Gera flutti tey burtur - hann fekk synirnar Uzza og Ahihud.
8 Saharajim fekk børn í Móabslandi, eftir at hann hevði skilt seg frá konum sínum Husim og Ba’aru.
9 Við konu síni Hodes fekk hann Jobab, Zibja, Mesa, Malkam,
10 Je’uz, Sakja og Mirma; hesir vóru synir hansara; teir vóru ættarhøvdingar.
11 Við Husim átti hann Abitub og Elpa’al.
12 Synir Elpa’al vóru Eber, Mis’am, Semer - hann, sum bygdi Ono og Lod við bygdunum, ið til hoyrdu.
13 Beria og Sema - teir vóru ættarhøvdingar millum teirra, sum búðu í Ajalon; teir róku burtur tey, sum búðu í Gat.
14 Ajo, Sasak, Jeremot,
15 Zebadja, Arad, Eder,
16 Mikael, Jispa og Joha vóru synir Beria.
17 Zebadja, Mesullam, Hizki, Heber,
18 Jismerai, Jizlia og Jobab vóru synir Elpa’al.
19 Jakim, Zikri, Zabdi,
20 Elienai, Zilletai, Eliel,
21 Adaja, Beraja og Simrat vóru synir Sime’i.
22 Jispan, Eber, Eliel,
23 Abdon, Zikri, Hanan,
24 Hananja, Elam, Antotija,
25 Jifdeja og Peniel vóru synir Sasak.
26 Samserai, Seharja, Atalja,
27 Ja’aresja, Elia og Zikri vóru synir Jeroham.
28 Allir hesir vóru ættarhøvdingar í ættum sínum, høvdingar; teir búðu í Jerúsalem.
29 Í Gibeon búði faðir Gibeon; kona hansara æt Ma’aka.
30 Hin frumborni sonur hansara var Abdon; síðani vóru Zur, Kis, Ba’al, Nadab,
31 Gedor, Ajo og Zeker.
32 Miklot fekk sonin Simea. Eisini hesir búðu saman við brøðrum sínum í Jerúsalem, beint yvir av brøðrum sínum.
33 Ner fekk sonin Kis; Kis fekk sonin Saul; Saul fekk synirnar Jónatan, Malkisua, Abinadab og Esba’al.
34 Sonur Jónatan var Meribba’al; Meribba’al fekk sonin Mika;
35 Synir Mika vóru Piton, Melek, Tarea og Ahaz;
36 Ahaz fekk sonin Joadda; Joadda fekk Alemet, Azmavet og Zimri; Zimri fekk Moza;
37 Moza fekk sonin Bina; sonur hansara var Rafa, sonur hansara Elasa, sonur hansara Azel;
38 Azel hevði seks synir, ið itu Azrikam, Bokeru, Ísmael, Searja, Obadja og Hanan, allir hesir vóru synir Azel.
39 Synir bróður hansara Esek vóru Ulam - hin frumborni hansara - Je’us, hin annar, og Elifelet, hin triði.
40 Synir Ulam vóru veldigir kappar, kringir bogamenn; teir áttu nógvar synir og sonasynir - 150. Allir hesir hoyrdu til Benjaminitar.