Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Krønikubók
Kapittul 7
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29
1 Synir Issakar vóru Tola, Pua, Jasib og Simron - fýra.
2 Synir Tola vóru Uzzi, Refaja, Jeriel, Jamai, Jibsam og Sámuel, høvdingar í ættum sínum, sum vóru ættaðir frá Tola, veldigir kappar í ættum sínum; á døgum Dávids vóru teir 22 600 í tali.
3 Sonur Uzzi var Jizraja; synir Jizraja vóru Mikael, Obadja, Jóel og Jissia - fimm í alt, allir ættarhøvdingar.
4 Til teirra hoyrdu, eftir ættum og fedrahúsum teirra, flokkar, vápnaðir til bardaga, 36 000 mans - tí teir høvdu nógvar konur og nógv børn.
5 Brøður teirra í øllum ættum Issakars vóru veldigir kappar; í alt vóru teir 87 000 mans, sum vóru uppskrivaðir.
6 Synir Benjamin vóru Bela, Beker og Jediael - tríggir.
7 Synir Bela vóru Ezbon, Uzzi, Uzziel, Jerimot og Iri - fimm; teir vóru ættarhøvdingar og veldigir kappar; í ættarbók teirra stóðu 22 034 mans.
8 Synir Beker vóru Zemira, Jóas, Eliezer, Eljoenai, Omri, Jeremot, Abia, Anatot og Alemet; allir hesir vóru synir Beker;
9 og eftir ættarbókum teirra, har sum slektir teirra vóru uppskrivaðar saman við ættarhøvdingum teirra - veldigum køppum - vóru teir 20 200 mans.
10 Synir Jediael vóru Bilhan; synir Bilhan vóru Je’is, Benjamin, Ehud, Kena’ana, Zetan, Tarsis og Ahisahar;
11 allir hesir vóru synir Jediael, ættarhøvdingar, veldigir kappar, 17 200 vandir hermenn.
12 Suppim og Huppim vóru synir Ir; Husim var ættaður frá Aher.
13 Synir Naftali vóru: Jaziel, Guni, Jezer og Sallum - synir Bilhu.
14 Synir Manasse vóru: Asriel - sum kona hansara átti; hin árameiska hjákona hansara átti Makir, faðir Gilead.
15 Makir tók til konu systur Huppim og Suppim; systirin æt Ma’aka. Hin sonurin æt Zelofhad; Zelofhad átti bert døtur.
16 Ma’aka, kona Makir, átti son, sum hon kallaði Peres; bróðir hansara æt Seres, og synir hansara vóru Ulam og Rekem.
17 Sonur Ulam var Bedan. Hesir vóru synir Gilead, son Makir, son Manasse.
18 Systir hansara var Hammoleket; hon átti Ishod, Abiezer og Mala.
19 Synir Semida vóru Ajan, Sekem, Likhi og Aniam.
20 Synir Efra’im vóru: Sutela - sonur hansara var Bered, sonur hansara Tahat, sonur hansara Elada, sonur hansara Tahat,
21 sonur hansara Zabad, og sonur hansara Sutela - og Ezer og Elad; teir vórðu dripnir av monnum úr Gat, sum vóru føddir har í landinum, aftur fyri at teir vóru komnir hagar at ræna fæ teirra.
22 Efra’im, faðir teirra, syrgdi teir í langa tíð, og brøður hansara komu at troysta hann.
23 So fór hann inn til konu sína, og hon varð við barn og átti son, sum hann kallaði Beria, av tí at hús hansara hevði verið fyri vanlukku.
24 Dóttir hansara var Se’era; hon bygdi Niðara- og Ovara-Bet-Horon og Uzzen-Se’era.
25 Sonur hansara var Refa, synir hansara Resef og Tela, sonur hansara Tahan,
26 sonur hansara Ladan, sonur hansara Ammihud, sonur hansara Elisama,
27 sonur hansara Non, sonur hansara Josva.
28 Ogn teirra og bústaðir teirra vóru: Betel við bygdunum, ið til hoyrdu, fyri eystan Na’aran, fyri vestan Gezer við bygdunum, ið til hoyrdu, framvegis Sikem við bygdunum, ið til hoyrdu, líka til Gaza við bygdunum, ið til hoyrdu.
29 Manassitar áttu Bet-Sean við bygdunum, ið til hoyrdu, Ta’anak við bygdunum, ið til hoyrdu, Megiddo við bygdunum, ið til hoyrdu, og Dor við bygdunum, ið til hoyrdu. Í hesum býum búðu synir Jósef, son Ísrael.
30 Synir Aser vóru Jimna, Jisva, Jisvi og Beria; systir teirra var Sera.
31 Synir Beria vóru Heber og Malkiel; hann var faðir Birzot.
32 Heber var faðir Jaflet, Somer og Hotam og systur teirra, Suu.
33 Synir Jaflet vóru Pasak, Bimhal og Asvat; hetta vóru synir Jaflet.
34 Synir Semer vóru Ahi, Roga, Jehubba og Áram.
35 Synir Helem, bróður hansara, vóru Zofa, Jimna, Seles og Amal.
36 Synir Zofa vóru Sua, Harnefer, Sual, Beri, Jimra,
37 Bezer, Hod, Samma, Silsa, Jitran og Be’era.
38 Synir Jeter vóru Jefunne, Pispa og Ara.
39 Synir Ulla vóru Ara, Hanniel og Rizja.
40 Allir hesir vóru synir Aser, ættarhøvdingar, útvaldir, veldigir kappar, høvdingar millum høvdingarnar. Teir, ið stóðu í ættarbók teirra sum dugandi til hertænastu, vóru í tali 26 000.