Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Krønikubók
Kapittul 2
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29
1 Hesir vóru synir Ísrael: Ruben, Símeon, Levi, Juda, Issakar, Zebulon,
2 Dan, Jósef, Benjamin, Naftali, Gad og Aser.
3 Synir Juda vóru Er, Onan og Sela; hesar tríggjar átti hann við dóttur Sua, hini kána’anitisku kvinnuni. Men Er, hin frumborni Juda, var HARRANUM ímóti, og Hann læt hann doyggja.
4 Síðani átti sonarkona hansara, Tamar, honum Perez og Zera, so at synir Juda vóru tilsamans fimm.
5 Synir Perez vóru Hezron og Hamul.
6 Synir Zera vóru Zimri, Etan, Heman, Kalkol og Dara, tilsamans fimm.
7 Sonur Karmi var Akar, hann, sum dró vanlukku oman yvir Ísrael, við tað at hann bar seg trúleyst at við tí bannlýsta góðsinum.
8 Sonur Etan var Azarja.
9 Synirnir, ið Hezron fekk, vóru Jerame’el, Ram og Kelubai.
10 Ram fekk sonin Amminadab; Amminadab fekk sonin Nason, høvdinga Judamanna.
11 Nason fekk sonin Salma; Salma fekk sonin Boaz;
12 Boaz fekk sonin Obed; Obed fekk sonin Ísai.
13 Ísai fekk Eliab - sum var frumborni sonur hansara - Abinadab, annan son sín, Simea, hin triðja,
14 Netanel, hin fjórða, Raddai, hin fimta,
15 Ozem, hin sætta, og Dávid, hin sjeynda.
16 Systrar teirra vóru Zeruja og Abigajil. Synir Zeruju vóru Absai, Jóab og Asael, tríggir.
17 Abigajil átti Amasa - faðir Amasa var Jeter, Ísmaelitur.
18 Kaleb, sonur Hezron, fekk børn við Azubu, konu síni, og við Jeriot; synir hennara vóru hesir: Jeser, Sobab og Ardon.
19 Táið Azuba doyði, tók Kaleb Efrat til konu, og við henni fekk hann sonin Hur;
20 Hur fekk sonin Uri, og Uri fekk sonin Bezalel.
21 Síðani giftist Hezron við dóttur Makir, faðir Gilead; hann var 60 ár, táið hann tók hana til konu. Við henni fekk hann sonin Segub.
22 Segub fekk sonin Ja’ir, sum átti 23 býir í Gileadslandi.
23 Men Gesuritar og Áramearar tóku Ja’irsbýir frá teimum og somuleiðis Kenat við bygdunum, ið til tað hoyrdu - 60 býir tilsamans. Allir hesir vóru synir Makir, faðir Gilead.
24 Eftir tað at Hezron var deyður í Kaleb-Efrata, átti Abia, kona hansara, honum Ashur, faðir Tekoa.
25 Synir Jerame’el, hin frumborna Hezrons, vóru Ram - hin frumborni hansara - og Buna, Oren og Ozem, við Ahiu.
26 Jerame’el hevði eisini eina aðra konu; hon æt Atara; hon var móðir Onam.
27 Synir Ram, hin frumborna Jerame’els, vóru Ma’az, Jamin og Eker.
28 Synir Onam vóru Sammai og Jada; synir Sammai vóru Nadab og Abisur.
29 Kona Abisur æt Abihajil; við henni átti hann Aban og Molid.
30 Synir Nadab vóru Seled og Appajim; Seled doyði og átti ongan son.
31 Sonur Appajim var Jisi; sonur Jisi var Sesan; sonur Sesan var Alai.
32 Synir Jada, bróður Sammai, vóru Jeter og Jónatan; Jeter doyði og átti ongan son.
33 Synir Jónatan vóru Pelet og Zaza. - Hetta vóru eftirkomarar Jerame’els.
34 Sesan átti bert døtur, ongar synir. Men Sesan hevði egyptiskan tænara, ið æt Jarha;
35 og hann læt tænara sín Jarha fáa dóttur sína til konu; hann fekk við henni sonin Attai;
36 Attai fekk sonin Natan; Natan fekk sonin Zabad;
37 Zabad fekk sonin Eflal; Eflal fekk sonin Obed;
38 Obed fekk sonin Jehu; Jehu fekk sonin Azarja;
39 Azarja fekk sonin Helez; Helez fekk sonin Elasa;
40 Elasa fekk sonin Sismai; Sismai fekk sonin Sallum;
41 Sallum fekk sonin Jekamja; Jekamja fekk sonin Elisama.
42 Synir Kaleb, bróður Jerame’el, vóru Mesa - hin frumborni hansara, faðir Zif - og synir Maresa, faðir Hebron;
43 synir Hebron vóru Kora, Tappua, Rekem og Sema;
44 Sema fekk sonin Raham, faðir Jorkeam. Rekem fekk sonin Sammai;
45 sonur Sammai var Maon, sum var faðir Bet-Zur.
46 Efa, hjákona Kaleb, átti Haran, Moza og Gazez; Haran fekk sonin Gazez.
47 Synir Jedai vóru Regem, Jótam, Gesan, Pelet, Efa og Sa’af.
48 Ma’aka, hjákona Kaleb, átti Seber og Tirhana;
49 hon átti eisini Sa’af, faðir Madmanna, og Seva, faðir Makbena og Gibea. Dóttir Kaleb var Aksa.
50 Hetta vóru synir Kaleb: Sobal, sonur Hur, hin frumborni Efrata, og faðir Kirjat-Jearim,
51 Salma, faðir Betlehem, Haref, faðir Bet-Gader.
52 Synir Sobal, sum var faðir Kirjat-Jearim, vóru Haroe og helvtin av hammenuhotættini.
53 Ættir Kirjat-Jearims vóru Jitritar, Putitar, Sumatitar og Misra’itar; frá teimum eru ættaðir Zoratitar og Estaolitar.
54 Synir Salma vóru Betlehem, Netofatitar, Atrot-Bet-Jóab, helvtin av Manahatitum og Zoritar.
55 Ættir hinna skriftlærdu, sum í Jabez búðu, vóru Tiratitar, Simatitar og Sukatitar; hetta eru teir Kinitar, ið eru ættaðir frá Hammat, faðir rekabsættina.