Leita í Bíbliuni
Víđkađ leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrsta Mósebók
Kapittul 22
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50
1 Nakađ eftir hetta royndi Gud Ábraham. Hann segđi viđ hann: "Ábraham!" Hann svarađi: "Ja, her eri eg!"
2 Tá segđi Hann: "Tak son tín, Ísak, tín einasta, hann, iđ tú elskar, far til Morialand og ofra hann har sum brennioffur á einum av fjřllunum, sum Eg skal vísa tćr!"
3 Tíđliga morgunin eftir sađlađi tá Ábraham esil sítt, tók tveir av dreingjum sínum og son sín Ísak viđ sćr, hřgdi viđ til brenniofriđ og fór so avstađ, hagar sum Gud hevđi sagt viđ hann.
4 Táiđ Ábraham triđja dagin hugdi rundan um seg, sá hann stađiđ langt burtur.
5 Tá segđi Ábraham viđ dreingir sínar: "Steđgiđ tit her viđ eslinum! Eg og drongurin fara hagar yvir at tilbiđja og koma so aftur til tykkara."
6 Ábraham tók so viđin til brenniofriđ og lćt son sín Ísak bera hann; sjálvur tók hann eldin og offurknívin, og so fylgdust teir báđir.
7 Tá segđi Ísakur viđ Ábraham, fađir sín: "Pápi!" Hann svarađi: "Ja, sonur mín!" Hann segđi: "Her er eldurin og brenniđ, men hvar er lambiđ til brenniofriđ?"
8 Ábraham svarađi: "Gud skal sjálvur síggja til at fáa Sćr lambiđ til brenniofriđ, sonur mín!" So fylgdust teir báđir.
9 Táiđ teir nú komu til stađiđ, sum Gud hevđi sagt viđ hann, reisti Ábraham har altar og legđi viđin á tađ; síđani bant hann Ísak, son sín, og legđi hann á altariđ, oman á viđin.
10 Og Ábraham rćtti út hondina, og tók knívin - at drepa son sín.
11 Tá rópti eingil HARRANS av himli á hann: "Ábraham, Ábraham!" Hann svarađi: "Ja, her eri eg!"
12 Eingilin segđi: "Legg ikki hond á drongin, ger honum einki! Nú veit Eg, at tú óttast Gud - tú hevur ikki spart einasta son tín fyri Meg!"
13 Táiđ Ábraham nú hugdi upp, sá hann aftan fyri seg veđr, sum var komin fastur viđ hornunum í nakrar tćttar greinar, og Ábraham fór og tók veđrin og ofrađi hann sum brennioffur í stađin fyri son sín.
14 Ábraham gav hesum stađnum navniđ "HARRIN sćr"; nú á dřgum eitur tađ "Fjalliđ, har sum HARRIN letur Seg síggja".
15 Eingil HARRANS rópti nú uppaftur av himli á Ábraham:
16 "Eg svřrji um Meg sjálvan, sigur HARRIN, at aftur fyri at tú gjřrdi hetta og spardi ikki einasta son tín,
17 so skal Eg stórliga signa teg og gera avkom títt sum stjřrnurnar á himli í tali og sum sandin á sjóvarstrond; avkom títt skal koma at eiga portrini hjá fíggindum sínum;
18 og í avkomi tínum skulu allar slektir á jřrđini verđa signađar - aftur fyri at tú lurtađi eftir Mćr!"
19 So fór Ábraham aftur til dreingir sínar, og teir fóru avstađ hađani og fylgdust aftur til Be’erseba. Og Ábraham varđ búgvandi í Be’erseba.
20 Nakađ eftir hetta vórđu hesi tíđindi borin Ábrahami: "Nakor, bróđir tín, og Milka hava eisini fingiđ synir:
21 Uz - sum er hin frumborni hansara - og Buz, bróđir hansara, Kemuel, fađir Áram,
22 Kesed, Hazo, Pildas, Jidlaf og Betuel."
23 - Betuel var fađir Rebekku. - Hesar 8 fekk Nakor, bróđir Ábraham, viđ Milku.
24 Eisini hjákona hansara, sum ćt Re’uma, fekk břrn: Teba, Gaham, Tahas og Ma’aku.