Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





Um Bíbliugrunnin

Hin Føroyski Bíbliugrunnurin varð settur á stovn tann 28. november 1948, og fýra mánaðir seinni tann 19. mars 1949 kom øll Bíblian á fyrsta sinni út á føroyskum í týðing Victor Danielsens (1894 - 1961).

Tá vóru eini 20 ár liðin síðani Victor fór undir at týða og geva út partar av Bíbliuni. Nýggja Testamentið kom út í 1937.

Í 1974 kom endurskoðað útgáva við nøkrum fáum málsligum tillagingum.

Bíblian fæst í trimum vanligum støddum - lummastødd, miðal og stórari - umframt eisini við stórari skrift fyri sjónveik, sum kom út í 1987.

Í 1992 varð Nýggja Testamentið lisið inn á 15 ljóðbond, sum tað tekur góðar 20 tímar at lurta eftir.

Bíbliugrunnurin hevur higartil givið Bíbliuna út í 44.000 eintøkum umframt eitt stórt tal av Nýggja Testamentum.

Endurprent av Bíbliuni kom til landið í juli 2005 og er tøkt í bókabúðunum.

Í september 2006 er Bíblian gjørd tøk til brúk á fartelefonum, ið hava møguleika fyri dátaflutningi (GPRS) - sí nærri á wap.biblian.fo

Í november 2006 er Nýggja Testamentið í ljóðútgávu tøkt á fløgu í MP3 sniði.

Í september 2011 gjørdist Bíblian tøk sum smáforrit (App) til iPhone, iPad og Andorid.

Bíbliugrunninurin kann hittast á:

Hin Føroyski Bíbliugrunnurin
Boks 69
FO-110 Tórshavn
Tel:31 23 34 ella 51 48 12
t-post: biblian(kurla)biblian.fo
skype: bibliugrunnurin

Útgávurnar hjá Bíbliugrunninum fáast á fylgjandi støðum:

Streymoy:
- Logos Kristiligur Bókhandil, J. Nolsøesgøta 17, tel 31 23 72, 28 23 72 - www.logos.fo (online keyp)
- H. N. Jacobsens Bókahandil, Vaglið 1, 100 Tórshavn, tel 31 10 36
- Rit og rák/SMS, Tinghúsvegur 60, 100 Tórshavn, tel 60 30 30
- Luthers Bókhandil, Landavegur 20, 100 Tórshavn tel 31 45 62

Norðoyggjar:
- Alfa Bókahandil, N. Pálsgøta 2, 700 Klaksvík, tel 45 55 33

Eysturoy:
- Kristiligur bókhandil Vitin, Heiðavegur, FO-600 Saltangará, tel. 44 91 62, 21 91 62

Vágoy:
- P/F John Poulsen, handil, FO-350 Vatnsoyrar, tel 332034, 21 50 34

Suðuroy:
- Suðuroyar Heimavirki, Vágur 373960