Leita ķ Bķbliuni
Vķškaš leiting        Leitihjįlp





       Nżggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nżggja Testamenti
Bręv Jįkups
Kapittul 1
12345
veršur,roynd
1 Jįkup, tęnari Guds og Harrans Jesu Krists, heilsar hinum tólv ęttum ķ sundurspreišingini.
2 Brųšur mķnir! Rokniš taš fyri bera gleši, tįiš tit koma ķ alskyns freistingar!
3 Tit vita jś, at tįiš trśgv tykkara veršur roynd, virkar taš tol.
4 Og latiš toliš leiša til fullkomiš verk, so tit kunnu vera fullkomnir og heilir, og einki vantar į hjį tykkum!
5 Men fattast onkrum av tykkum vķsdóm, so biši hann til Gud um hetta, Hann, sum gevur ųllum gjarna og brigslar ikki - so skal hann verša honum givin!
6 Men hann biši ķ trśgv, uttan at ivast! Tķ tann, iš ivast, er lķkur havsbylgju, iš veršur rikin og kastaš av vindinum.
7 Ikki mį taš menniskja hugsa, at taš skal fįa nakaš frį Harranum
8 - slķkt tvķsint menniskja, vinglut į ųllum leišum sķnum.
9 Bróširin, iš lķtiš hevur at tżša, rósi sęr av, hvussu hųgur hann er,
10 og hin rķki av, hvussu lķtiš hann hevur at tżša! Tķ hann skal verša til einkis sum blóma į grasi.
11 Sólin kemur upp viš hita sķnum og svķšur grasiš av, og blóma tess fellur av, og fagurleiki śtsjóndar hennara veršur til einkis. - Soleišis skal eisini hin rķki fųlna į leišum sķnum.
12 Sęlur er tann mašur, sum heldur śt ķ freisting! Tįiš lišugt er at royna hann, skal hann fįa krśnu lķvsins, sum Gud hevur lovaš teimum, iš elska Hann.
13 Eingin sigi, tįiš hann veršur freistašur: "Eg verši freistašur av Gudi"! Gud veršur ikki freistašur av hinum illa, og Hann freistar heldur ongan.
14 Nei, ein og hvųr veršur freistašur, tįiš hann veršur drigin og lokkašur av sķni egnu girnd.
15 Sķšani, tįiš girndin er farin at ganga viš fostri, fųšir hon synd, og tįiš syndin er fullvaksin, fųšir hon deyša.
16 Villist ikki, elskašu brųšur mķnir!
17 Ųll góš gįva og ųll fullkomin gįva er omanfrį og kemur nišur frį Fašir ljósanna, sum ikki er broyting ella skiftandi skuggi hjį.
18 Eftir vilja Sķnum fųddi Hann okkum viš sannleiksorši, so vit skuldu vera frumgróšur skapninga Hansara.
19 Tit vita taš, elskašu brųšur mķnir! Men hvųrt menniskja veri skjótt at hoyra, seint at tala, seint til vreiši!
20 Tķ vreiši mans avrikar ikki taš, sum rętt er fyri Gudi.
21 Leggiš tķ av alla óreinsku og allan óndskap, sum enn er eftir, og takiš viš spakfųri móti oršinum, sum plantaš er ķ tykkum, og sum er ment at frelsa sįlir tykkara!
22 Men veriš gerarar oršsins og ikki bert hoyrarar tess - viš tķ dįra tit tykkum sjįlvar!
23 Tķ um onkur er hoyrari oršsins og ikki gerari tess, er hann eins og mašur, iš hyggur at nįttśrliga andliti sķnum ķ spegli.
24 - Hann hyggur at sęr sjįlvum og fer sķšani avstaš og gloymir alt fyri eitt, hvussu hann sį śt.
25 Men tann, sum skošar inn ķ fullkomnu lóg fręlsisins - og heldur į viš tķ, so at hann veršur ikki gloymskur hoyrari, men gerari verksins - hann skal vera sęlur ķ verki sķnum.
26 Um onkur heldur seg dżrka Gud - og heldur ikki tungu sķna ķ teymum, men dįrar hjarta sķtt - gudsdżrkan hansara er til einkis.
27 Rein og lżtaleys gudsdżrkan fyri Gudi og Faširinum er hetta: At vitja faširleys og einkjur ķ trongd teirra, og at halda seg ódįlkašan av heiminum.