Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Ezekiel
Kapittul 44
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
vín
1 Nú fór hann aftur við mær at Ytra Portri halgidómsins, tí, sum eystureftir vendi; tað var stongt.
2 HARRIN segði við meg: "Hetta portrið skal vera stongt; tað má ikki latast upp, og eingin má fara inn um tað; tí HARRIN Gud Ísraels er farin inn um tað, tí skal tað vera stongt.
3 Men høvdingin skal, við tað at hann er høvdingi, sleppa at sita har og halda máltíð fyri ásjón HARRANS; hann skal koma inn gjøgnum forsal portursins og fara sama veg útaftur."
4 Síðani fór hann við mær um Norðurportur, út á plássið framman fyri húsið; og eg fekk at síggja, hvussu dýrd HARRANS fylti hús HARRANS. Tá fall eg niður á andlit mítt.
5 HARRIN segði við meg: Menniskjasonur! Legg tær á hjarta, síggj við eygunum og hoyr við oyrunum alt, ið Eg sigi tær um allar fyriskipanirnar og allar lógirnar viðvíkjandi húsi HARRANS! Tú skalt gjølla leggja til merkis inngongdina í húsið og allar útgongdirnar úr halgidóminum.
6 Og tú skalt siga við hini ólýdnu - við hús Ísraels: So sigur Harrin HARRIN: Nú má vera nóg mikið við øllum viðurstygdum tykkara, hús Ísraels,
7 tit, sum hava loyvt fremmandum við óumskornum hjarta og óumskornum holdi inn í halgidóm Mín, til at vera har, so at hús Mítt varð vanhalgað, meðan tit bóru fram mat Mín, fiti Mína og blóð Mítt! Soleiðis brutu tit sáttmála Mín - oman á allar hinar viðurstygdir tykkara.
8 Tit aktaðu ikki eftir tí, sum eftir skuldi aktast í halgidómum Mínum; nei, tit settu aðrar í tykkara stað at akta eftir tí, sum Eg vildi hava aktað eftir í halgidómi Mínum.
9 So sigur Harrin HARRIN: Eingin fremmandur við óumskornum hjarta og óumskornum holdi má koma inn í halgidóm Mín, eingin av øllum hinum fremmandu, ið millum Ísraelsmenn búgva.
10 Men teir Levitar, sum fóru burt frá Mær, táið Ísrael viltist - teir, sum viltust frá Mær og hildu seg til avgudar sínar - skulu bera misgerð sína.
11 Teir skulu í halgidómi Mínum gera vaktartænastu við tempulportrini og gera arbeiðið í húsinum; teir skulu drepa brenniofrini og sláturofrini fyri fólkið, og teir skulu standa framman fyri tey og tæna teimum.
12 Aftur fyri at teir tæntu teimum framman fyri avgudar teirra og soleiðis voldu, at hús Ísraels fall í misgerð, havi Eg lyft hond Míni móti teimum - sigur Harrin HARRIN - og teir skulu bera misgerð sína.
13 Teir skulu ikki sleppa at koma Mær nær at tæna Mær sum prestar, ei heldur at koma nøkrum av heiløgu lutum Mínum nær - hinum háheilaga; nei, teir skulu bera skomm sína og viðurstygdirnar, ið teir hava gjørt.
14 Eg skal seta teir at varðveita tað, sum er at varðveita í húsinum, við øllum arbeiðinum har og øllum tí, sum gerast skal har.
15 Men hinir levitisku prestarnir - eftirkomarar Zadoks - sum aktaðu eftir tí, sum eftir skuldi aktast í halgidómi Mínum, táið Ísraelsmenn viltust burt frá Mær - skulu koma Mær nær at tæna Mær, og teir skulu standa fyri ásjón Míni og bera fram fyri Meg fiti og blóð - sigur Harrin HARRIN.
16 Teir skulu koma inn í halgidóm Mín, og teir skulu stíga fram at borði Mínum at tæna Mær; teir skulu akta eftir tí, sum Eg vil hava aktað eftir.
17 Og táið teir fara inn í portur Innara Forgarðs, skulu teir lata seg í línklæði; teir mugu ongum ullintum vera í, táið teir gera tænastu í portri Innara Forgarðs ella í húsinum.
18 Teir skulu hava línhúgvur á høvdinum og buksur av líni um lendarnar; teir mugu ikki vera gyrdir við nøkrum, sum voldir sveitta.
19 Táið teir so fara út í Ytra Forgarð - til fólkið í Ytra Forgarði - skulu teir fara úr klæðunum, sum teir hava gjørt tænastu í, og leggja tey í hini heiløgu kømurini, og teir skulu lata seg í onnur klæði, so teir ikki við klæðum sínum halga fólkið.
20 Teir mugu ikki raka høvd sítt, ei heldur lata hárið vaksa, sum tað vil; teir skulu klippa hár sítt.
21 Vín má eingin av prestunum drekka, táið hann fer inn í Innara Forgarð.
22 Einkju ella fráskilda mugu teir ikki taka til konu, nei, ongar uttan moyggjar av húsi Ísraels; tó kunnu teir giftast við eini, sum er einkja eftir prest.
23 Teir skulu læra fólk Mítt at skilja millum heilagt og vanheilagt og læra tey munin á óreinum og reinum.
24 Í rættartrætum skulu teir stíga fram og døma; eftir fyriskipanum Mínum skulu teir døma í teimum; lógir Mínar og boð Míni skulu teir halda á øllum høgtíðum Mínum, og sabbatar Mínar skulu teir halda heilagar.
25 Eingin teirra má gera seg óreinan við at fara inn til lík, uttan táið tað er lík faðirs ella móður, sonar ella dóttur, bróður - ella systur, sum eingin maður hevur átt - við teimum kunnu teir gera seg óreinar.
26 Táið hann so er vorðin reinur aftur, skulu honum verða taldir sjey dagar;
27 og tann dag hann fer inn í halgidómin, inn í Innara Forgarð at gera tænastu í halgidóminum, skal hann ofra syndoffur - sigur Harrin HARRIN.
28 Arvalutur teirra skal vera, at Eg eri arvalutur teirra. Ogn skulu tit onga geva teimum í Ísrael - Eg eri ogn teirra.
29 Matofrið, syndofrið og skyldofrið skulu teir eta, og alt bannlýst í Ísrael skal tilhoyra teimum.
30 Tað fyrsta av øllum frumgróðri av øllum sløgum og allar offurgávur av øllum sløgum - av øllum offurgávum tykkara - skal tilhoyra prestunum, og tað fyrsta av deiggi tykkara skulu tit lata prestin fáa - so signing kann koma yvir hús títt.
31 Einki sjálvdeytt og einki, ið sundurskrætt er, av fuglum ella dýrum, mugu prestarnir eta.